Lýsing
Lýsing
Lýsing
Neyvan hvít jól ár. Lýtt lot næstan allar 15 dagarnar, ið eftir eru til jóla. | Mynd: Pinterest - ónevndur myndatakari

Hvít jól í ár? – neyvan!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.12.2020 - 12:05 Tíðindi Veðrið

Meiri enn tvær vikur eru til jóla. At spáa um veðrið so langt fram hevur nógva og stóra óvissu við sær. Men tað ber til at rokna seg fram til okkurt við verandi mátingum og upplýsingum – viðhvørt verður rakt rætt langt fram í tíðina.

Í stuttum kann sigast um veðrið hetta til jóla, at tað fer at líkjast nokkso nógv tí, sum er í dag – t.e. eitt sindur av lýggjum vindi úr ættunum ímillum eystan og sunnan, og hitin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Løtur verða sjálvandi við eitt sindur meiri ella minni vindi, og løtur við regni fara at verða eisini. Nakrar dagar fyri jól fer ættin upp í landnyrðing – tó væntast ikki nakað serligt avfall teir báðar dagarnar – og so er aftur landsynningur.

Soleiðis sær út í dag – 15 dagar fyri jólaaftan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík