Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kæru útisetar

SKRIVAÐ: Sámal Matras  |  14.12.2020 - 11:24 Lesarabrøv Tíðindi

Tit eru sjálvandi vælkomnir, men tað er coronasmittan ikki!

Kæru útisetar. Tit hava møguliga eina kenslu av, at coronasóttin er hæsað av, men tað er hon als ikki. Hon er verri enn nakrantíð, eisini á Flatlondum.

Kæru útisetar. Tit eiga at umhugsa, um tað er rætt at risikera at byrja eina smittuketu, ið kann koma at raka tykkara egnu ommur og abbar og seta teirra heilsu í váða.

Kæru útisetar. Um tit velja at koma til Føroya, eiga tit at isolera tykkum frá samfelagnum. Farið ikki út millum fólk, fyrr enn tit hava vissu fyri, at tit ikki eru smittað.

Kæru útisetar. Vilja tit til Føroya á jólum, komið so heim longu í hesi vikuni, soleiðis at tit kunnu isolera tykkum í einum summarhúsi, einum kjallara ella líknandi, áðrenn tit fáa møguleika at vera saman við familju, vinum og kenningum á jólum og nýggjárinum. Ofrið eina eyka feriuviku til hetta, ella takið møguliga arbeiði við tykkum, ið kann gerast yvir netið, meðan tit sita í karantenu.

Kæru útisetar. Tit eru sjálvandi vælkomnir, men tað er coronasmittan ikki!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…