Lýsing
Lýsing
Her í Runavík verður sentrum í nýggja miðstaðarøkinum í Føroyum, og hví ikki byrja við at staðseta nýggja Tjóðleikhúsið eitt steinkast hiðani?

Eysturoyartunnilin letur okkum umskipa almennu Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.12.2020 - 10:00 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Eysturoyartunnilin er størsta almenna íløgan nakrantíð í Føroyum. Og hon má brúkast til fulnar. Latum okkum brúka hana til at gera Føroyar til eitt veruligt samanhangandi land, og ikki sum ein høvuðsstað við provinsum, sum vit í stóran mun eru í dag. Alment merkir “fyri øll”, og við at desentralisera alment virksemi gerast almennu Føroyar á fyrsta sinni veruliga almennar.

 

Hví skal Taks leiga hølir í Tórshavn fyri kanska túsund krónur fermeturin, tá tað ber til at leiga á Strondum fyri 500 krónur fermeturin? Hví skal Arbeiðsloysisskipanin, sum er opin kl. 10-15, liggja á kanska dýrastu adressuni í Havn og vera sløkt í 19 tímar hvønn dag? Hví skal Tjóðpallurin taka burturav teimum frammanundan alt ov fáu parkeringsplássunum í Havn? Hví skulu timburlærlingar undirvísast í einum tjaldi, tá høli gjørd til endamálið eru í Klaksvík? Hesar og mangar líknandi spurningar mugu vit seta og svara, nú Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki og kollveltir bæði samferðsluna og vanahugsan føroyinga.

 

Runavík nýtt miðstaðarøki                  

Eysturoyartunnilin letur veruliga upp fyri at gagnnýta sum mest av Føroyum, soleiðis at skattgjaldarin fær sum mest fyri hvørja krónu.Vit fáa eitt nýtt miðstaðarøki á Runavíkarleiðini, sum skarar framúr, tá tað kemur til privat vinnulív, men sum beinleiðis hungrar eftir almennum virksemi.

Privat vinnulív liggur har, tað vil, og tað hvørki kunnu ella skulu vit gera nakað við. Men tað almenna eiga vit øll, og har hevur leingi verið eitt ójavnt landafrøðiligt býti, har Havnin hevur havt ov nógv alment virksemi og restin av Føroyum hava havt ov lítið. Eysturoyartunnilin er gylta høvið at gera Føroyar meira javnar, meira rættvísar, og snøgt sagt betur innrættaðar.

Sum tað fyrsta hevði verið upplagt at lagt húsvilla Tjóðpallin tætt við leiklistarumhvørvið við Løkshøll við Løkin. Har eru góð parkeringsviðurskifti og stutt til café, matstovu, hotell og handilsvirksemi. Flestøll kenna vit til ringu royndirnar við Norðurlandahúsið, har tað er ógjørligt at fáa parkeringspláss, um tú ikki møtir í minsta lagi 90 minuttir áðrenn byrjan. Leggja vit Tjóðpallin á Skálatrøð í Havn, endurtaka vit sama feilin, í staðin fyri at læra av honum.

 

Eisini gott fyri Havnina

Tað er ongin loyna, at ov nógv trýst er á Tórshavn. Meira enn býurin orkar. Har er sera stór bústaðarneyð, og so gott sum ógjørligt at finna nakran bústað sum ikki er kolandi dýrur. Hvar skulu lág- og miðallønt havnarfólk búgva? Eysturoyartunnilin ger tað møguligt fyri tey at búgva bíligari og kortini koma skjótt til og frá t.d. arbeiði og frítíðarvirksemi í Tórshavn.

Næst eftir bústaðarneyðina er størsta avbjóðingin í Tórshavn tann trafikala. Veganetið í Havn er als ikki gjørt til stóru ferðsluna, og borgarstjóri eftir borgarstjóra hava kært sína neyð um innkomuveg. Og havnarborgarar skríggja eftir parkeringsplássum. At flutt virksemi úr Tórshavn og til Skálafjørðin hevði lætt sera nógv um og givið luft í tronga Havnar bý.

Sjálvandi vil ongin missa nakað virksemi, og tí fer ein natúrlig mótstøða at vera ímóti at flyta stovnar og virksemi úr Havnini. Men stutta frástøðan ger, at missurin verður lítil og ongin. Um eina viku verður líka skjótt hjá einum hoyvíkingi at koma til Runavíkar sum út á Argir. Tað skal bara líka sodnast fyrst.

 

Skrivstovuvirksemið lættast at flyta

Mong, ikki minst havnarborgarar, munnu undrast stórliga á, hví teirra miðbýur er fullur av almennum stovnum við avgreiðslutíð 9-15. Tað gevur ein steindeyðan miðbý hvørt kvøld. Í dag er so gott sum ikki neyðugt at møta upp “i egen høje person” longur, so hví skal ALS liggja við Tinghúsvegin? Hví skal Landsverk hava skrivstovuhøli har? Og hví skal Mentamálaráðið liggja júst har? Og tey fáu, sum hóast alt framvegis møta upp fysiskt, hava heldur onki stað at seta bilin frá sær. Skalt tú á skeið hjá ALS, mást tú út meira enn annan hvønn tíma fyri at flyta parkeringsskivuna.

Ein miðbýur eigur at vera livandi, ikki at vera sløktur 130 av 168 tímum um vikuna. Við at flyta alt sum eitur fyrisiting og umsiting úr miðbýnum, geva vit bæði Havnini ein livandi miðbý aftur og gagna tí økinum, fyrisitingarstovnurin flytur til.

At flyta skrivstovustørvini er lættast, tí hesi samskifta fyrst og fremst talgilt ella telefoniskt nú á døgum. Borgararnir kunnu ringja ella senda ein teldupost og fáa øll síni viðurskifti avgreitt tann vegin. Nú vit hava eina røð av talgildum pallum, so sum Mínboks, Borgaragluggan v.m., ið verða ella longu eru samlaðir á Vanganum undir Samleikanum, er tað púra burturvið tað almenna leigar seg inn á landsins dýrastu adressur í miðbýnum í Havn.

Privata vinnan hevur langt síðani sæð hetta, og tað hava summir almennir stovnar eisini. Peningastovnarnir hava nærum alt sítt samskifti við viðskiftafólkini talgilt, og Postverkið hevur latið óteljandi deildir aftur seinastu árini. Men almenna fyrisitingin liggur framvegis, sum var onki broytt síðani 1970’ini.

 

Lat okkum brúka møguleikan

Eysturoyartunnilin er størsta almenna íløgan nakrantíð í Føroyum. Og hon má brúkast til fulnar. Latum okkum brúka hana til at gera Føroyar til eitt veruligt samanhangandi land, og ikki sum ein høvuðsstað við provinsum, sum vit í stóran mun eru í dag. Alment merkir “fyri øll”, og við at desentralisera alment virksemi gerast almennu Føroyar á fyrsta sinni veruliga almennar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin