Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sonhard við plenuna, har hann so trúliga rópar á KÍ við síni eyðkendu týsku dialekt

Ein fólksins rødd komin á landsliðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2020 - 10:56 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Sonhard Johannesen, sum klaksvíkingar kenna úr øllum møguligum høpum, fylti 67 ár týsdagin.

Tað man vera fáur í Klaksvík, ið ikki kenst við navnið Sonhard Johannesen, tað verði seg innan klubbavirksemi, innan billard, sum trykkførara, innan fótbóltin, innan tónleikin, innan bryggjaríbransjuna, av Høvdavirkinum, ella í øllum førum úr sjónvarpinum.

Tá Kringvarp Føroya fyri tíggju árum síðani skuldi finna “røddir” í fólkinum at umboða nøkur av heraðshornunum í landinum, var neyvan nakar bilsin um, at eitt av valunum fall á túsundkunstnaran Sonhard Johannesen í Klaksvík, og tað fall honum í lut at tala søk norðoyinga mótvegis m.a. tí í Tórshavn so navnframa Inga Sørensen, ið nærum líka íðin tosaði fyri borgaran í høvuðsstaðnum.

Hesi uppgávu kom Sonhard stak væl frá, og tey sum kenna Sonhard, kunnu ikki hava væntað nakað annað, tí hann er prinsippfastur, dugir væl at málbera seg og tala fyri seg og tey, hann umboðar. Sonhard er tiltikin hittinorðaður. Sonhard eigur sín stóra lut í munadyggum trivnaðarvirksemi í Klaksvík, og helst er hann best kendur úr Klaksvíkar Billardfelag og Klaksvíkar Klubba. Vit kenna hann eisini sum trummusláara í Ólavur Presley And His Dirty Rag Rags.

Onkuntíð hava aldurnar gingið høgt í lívinum hjá Sonhardi, og í 2017 varð hansara arbeiðspláss, Høvdavirkið í Leirvík, rakt av hópuppsøgnum, tí at bæði nigerianski marknaðurin og oljumarknaðurin sveik. Tá fylgdu vit øll samkennandi við, og gleddust við honum eitt ár seinni, tá hann sum sjálvsagt ein av teimum fyrstu varð settur aftur.

Nú á 67-ára degnum fær navnframi klaksvíkingurin, sum hevur tænt fyri seg og meira enn tað, so møguleika fyri at njóta sítt otium, men kenna vit Sonhard rætt, so merkir tað ikki, at vit hava hoyrt tað seinasta til hansara. Tí Sonhard hevur ongantíð trivist í tómgongd.

Við hesum fátæku reglum við Norðlýsið ynskja Sonhardi Johannesen hjartaliga tillukku við teimum 67 árunum og mong góð ár framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik