Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tunnilin ger lítlan mun til tað betra fyri norðoyingar. | Mynd: estunlar.fo

Eysturoyatunnilin áðrenn og eftir 19. desember.

SKRIVAÐ: Rói Norðoy  |  18.12.2020 - 12:37 Lesarabrøv

Kostnaður, við bili, og koyritíð, við bussi, hjá norðoyingum, ið arbeiða í Havn, eftir 19. des.

Ferðastuðul
Áðrenn 19. des. 44,50 kr + 16,90 kr. = 61, 40 kr.
Eftir 19. des. 28,00 kr + 16,90 kr. = 44, 90 kr

Ferðakostnaður
Áðrenn 19. des: Brennievnið 88,00 + Tunnilsgjald 20,00 – Ferðastuðul 61,40 = 46, 60 kr.
Eftir 19. des: brennievnið 48,00 + Tunnilsgjald 170, 00 – Ferðastuðul 44,90 = 173,10 kr.
Meirkostnaðurin hjá norðoyingum, ið koyra til arbeiðis í Havn, er 126,5,00 kr um dagin! Flest hava 220 arbeiðsdagar um árið. Hetta merkir, at norðoyingar skulu gjalda 27.830 kr meira um ári eftir 19. des.

SSL dumpar
Nógv av okkum hava tí sett okkara álit á SSL. Men har er einki at heinta. Eingin snarbussur úr Klaksvík um morgunin og seinnapart. Flest verkafólk byrja arbeiðsdagin kl. 08:00. Skulu norðoyingar møta rættstundis, mugu vit heimanífrá kl 05.55. Vit fáa enntá tann heiður, at ferðast eftir vestara armi á Skálafjørðinum, um vit velja pyjamas-rutuna. Koyritíðin verður 1 tími og 25 min.

Næsti túrurin er kl 06:50, tá eru vit kl. 08:00 á farðstøðini! Koyritíðin verður 1 tími og 10 min! Forestin, vit koma ov seint til arbeiðis.

Fólk á Skálafjørðinum hava havt snarbuss í fleiri ár. Koyritíðin er 1 tími og 20 min. Eftir 19. des brúkar leið 400 5 min. longur til Havnar, enn leið 401 ger í dag.

Líka eitt aftrat. Fyrsti túrurin norð aftur, eftir arbeiðstíð, er kl 16:45 eftir 19 des. Áðrenn 19 des. er fyrsti túrurin norð aftur eftir arbeiðstíð kl. 16:15. Tað vil siga, vit eru í Klaksvík kl 17:50. bæði áðrenn og eftir 19 des.
Velja norðoyingar SSL, er arbeiðsdagurin eins drúgvur, eftir 19. desembur sum áðrenn 19 desembur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…