Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eysturoyartunnilin ger lítlan mun til tað betra fyri norðoyingar. | Mynd: estunlar.fo

Attention, Føroyar!

SKRIVAÐ: Rói Norðoy  |  18.12.2020 - 12:42 Lesarabrøv Vinna

Eysturoyatunnilin áðrenn og eftir 19. desember.

Kostnaður, við bili, og koyritíð, við bussi, hjá norðoyingum, ið arbeiða í Havn, eftir 19. des.:

 

Ferðastuðul:

Áðrenn 19. des.:  44,50 kr.  + 16,90 kr. = 61,40 kr.

Eftir 19. des.:  28,00 kr. + 16,90 kr. = 44,90 kr.

 

Ferðakostnaður:

Áðrenn 19. des: Brennievni 88,00 + tunnilsgjald 20,00 – ferðastuðul 61,40 = 46,60 kr.

Eftir 19. des: Brennievni 48,00 + tunnilsgjald 170,00 – ferðastuðul 44,90 = 173,10 kr.

Meirkostnaðurin hjá norðoyingum, ið koyra til arbeiðis, verður 126,50 kr. um dagin. Flest hava 220 arbeiðsdagar um árið. Hetta merkir, at norðoyingar skulu gjalda 27.830 kr. meira um árið eftir 19. desember!

 

SSL dumpar

Nógv av okkum hava tí sett okkara álit á SSL. Men har er einki at heinta. Eingin snarbussur úr Klaksvík um morgunin og seinnapart.

Flest verkafólk byrja arbeiðsdagin kl. 08:00. Skulu norðoyingar møta rættstundis, mugu vit heimanífrá kl 05:55. Vit fáa enntá tann heiður at ferðast eftir vestara armi á Skálafjørðinum, um vit velja pyjamas-rutuna. Koyritíðin: 1 tími og 25 min.

Næsti túrurin er kl 06:50, tá eru vit á Farstøðini kl. 08:00.  Koyritíð: 1 tími og 10 min. Forestin, vit koma ov seint til arbeiðis.

Fólk á Skálafjørðinum hava havt snarbuss í fleiri ár. Koyritíð: 1 tími og 20 min.

Eftir 19. des. brúkar leið 400 5 min. longri til Havnar, enn leið 401 ger í dag.

Meirkostnaðurin at ferðast við leið 400 eftir 19. des. er 20 kr. Falda vit 20 við 220, gevur hvør norðoyingur, ið velur SSL, landinum 8.800 kr. meira í olmussu hvørt ár.

 

Líka eitt afturat:

Fyrsti túrurin norður aftur, eftir arbeiðstíð, er kl 16:45 eftir 19 des. Áðrenn 19. des. er fyrsti túrurin norður aftur eftir arbeiðstíð kl 16:15. Tað merkir, at norðoyingar eru í Klaksvík kl 17:50, bæði áðrenn og eftir 19. desembur. Norðoyingar gjalda meira fyri einki!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund