Veðrið í vikuni – jólavikuni
Vikan byrjar væl, Veðrið í morgun hevur verið avbera gott. Eitt lítið lot úr ymsum ættum, ongastaðni meiri enn 4 m/s.
Føroyar liggja í morgun ímillum 2 veik lágtrýst. Hvørki teirra megnar at fáa nakað serliga rørslu í luftina við Føroyar. Tí er so stilt.
Út á seinnapartin fer tað veikara av teimum – tað sum liggur sunnan fyri Føroyar – at koma nærri, og tá fer ættin at verða støðug úr landnyrðingi. Vindferðin ikki nógv í fyrstanini, men á midnátt eru 10 til 15 m/s, og ættin er farin upp í beinan norðan.
Í nátt fer ættin vestur um norðan til útnyrðing-norðan, og vindurin fer at minka niður í 7 til 12 m/s. Hetta fer so at vera vindurin og ættin allan morgindagin og til middags tollaksmessudag – lítlajólaaftan.
Í morgin fer tað at vera ælaveður við regni – enn er ikki kølnað nóg nógv til at tað kavar. Tó kunnu ælingarnar framímóti midnátt vera vátakavi.
Tollaksmessunátt og morgun verður longri ímillum ælini og at enda heilt turt. Tey ælini, ið fara at koma, eru helst vátakavi ella kavi.
Frá middegi tollaksmessu dag fer vindurin at minka. Á midnátt er bert eitt lítið lot av útnyrðingi ella vesti, og soleiðis verður eisini um náttina og til middags jólaaftan. Tá fer ættin niður í útsynning, og vindurin fer at veksa eitt lítið sindur.
Um kvøldið jólaaftan kunnu væntast 5 til 10 m/s av útsynningi og okkurt æl við regni – ikki kava.
Jólanátt og fyrrapart veksur vindurin eitt sindur afturat. Á middegi eru 10 til 15 m/s av útsynningi og regn. Tað slítur í út á seinnapartin, og ættin fer at støkka upp í vestan. Eitt sindur av vindi restina av jóladegi og ælaveður.
Annan jóladag kemur so endiliga kuldin, ið kann geva okkum kava. Ættin fer upp í útnyrðing og seinni norðan. Tað verður ælaveður allan dagin við vátakava ella kava. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s fyrrapartin og út á seinnapartin, men minkandi út á kvøldið.