Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú skal "kavari" setast á stabban á Hellisenda

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  29.12.2020 - 20:16 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í 82 ár hevur Stabbin á Hellisenda við Borðoyarvík staðið ímóti briminum. Nú er so ætlanin at gera hann enn meira sjónligan, við at seta ein kavara upp á hann. Stabbin varð ætlaður til havsvimjarar at kava av, til tað høvdu menn afturi í 1938 stoypt Stabban og gjørt hann út við eini fjøl, ið kundi stingast ígjøgnum Stabban, soleiðis at svimjarar kundu kava av honum.

Stabbin hevur ikki verið serliga nýtiligur til endamálið, tí har er grunt at kava av, og Jógvan Gerðalíð, sáli, sigur í endurminningum sínum, at hann einaferð royndi at kava, men at hann sló høvdið í botn, "eg fekk ógvuliga ilt", sigur hann. Einasti maður sum tá, hetta er í 1938, dugdi kynstrið at kava í grunnt var: "Erling Høgnesen,  (sáli) Erling var sum ein selur í luftini, og tá hann stakk seg undir, kom hann upp aftur alt í einum".

Nú hevur Ólavur Samson staðið fyri at evna ein "Kavara" til úr stáli. Archibald Black hevur teknað og kavarin er skorðin úr stáli á Norðoya Blikksmiðju. Kjartan Hansen á Mekanor hevur sveisað teir ymisku lutirnar saman. Nær kavarin verður settur á Stabban við Hellisenda er ikki fastlagt, tí tað arbeiðið má lagast eftir veðrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast