Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá Elisabeth til Skúvadalshúsið

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  30.12.2020 - 11:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Elisabeth Joensen, sum er uppvaksin á Oyri, byrjaði at binda eitt teppi til Skúvadalshúsið skjótt eftir at Skótalið Nólsoyar Pálls var byrjað at byggja nýggja Skúvadalshúsið.

Í dag kundi hon so handa teppið til leiðaran fyri SNP Árna Skaale teppið. Elisabeth segði, at henni kom til hugs, at tað var komið fyri í hennara tíð, at fólk vóru illa komin eysturi á fjøllum, og at Skúvadalshúsið tá var komið væl við sum skýlið fyri illveðri. Eg helt, segði hon, at tað kundi gera gagn at seyma eitt teppi at leggja inn í húsið, soleiðis at tað kanska kundi koma onkrum væl við, ið søkti sær skjól har, kanska fyri veðri, fyri óhappi, ella bara tí onkur var illa fyri.

Elisabeth hevur merkt á teppið nær tað var liðugt tilevnað, tað var í 2017, umleið tvey ár eftir at byrjað var upp á Skúvadalshúsið.

Árni Skaale takkaði Elisabeth fyri og helt at teppið kundi vera partur av tilbúgvingini í Skúvadalshúsinum. Hann segði eisini, at hann var ovfarin av hvussu stóra vælvild ímillum fólk, Skúvadalshúsið hevði fingið, síðani farið var undir hetta stóra tiltakið. Vælvildin hevur fjálgað og hevur verið við til at hildið okkum í gongd, soleiðis at vit kunnu siga, at tað í veruleikanum ikki er ein snøkil eftir at gera har eysturi, húsið er liðugt, men sjálvandi dalurin er stórur so har eru nógvir møguleikar til ymiskt virksemi hjá øðrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark