Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høvdahúsini úr Lamba – Skálasa hús

SKRIVAÐ: Dávur Winther eftir Frits Johannesen og Petur Martin Petersen.  |  30.12.2020 - 16:11 Myndarøð Tíðindi

Herfyri varð skrivað um eini sniðhús, sum vórðu reist eftir lítlari løtu í Klaksvík, við Klaksvíksskákið. Eisini verða hús og ognir keypt og tikin niður fyri at geva pláss fyri nýbygging.

https://nordlysid.fo/tidindi/67873/skjott-at-reisa-eini-hus 

Niðanfyri er ein søga um eini hús, sum vórður reist heili fýra ferðir. Fyrtu ferð í Lamba um 1805, uppi við garð í Fuglafirði um leið 1835, tikni niðuraftur og reist Norðuri á Bakka í Fuglafirði í 1885 og so aftur reist í 2000 omanfyri bókasavnið í Fuglafirði.

 

Á Kinn í Lamba

Av fyrstan tíð stóðu húsini á Kinn í Lamba. Jens Jacobsen, føddur 1775 í Kálvhúsunum á Glyrum, læt húsini byggja. Hann giftist í 1805 við Malenu Jacobsdatter av Miðgerði í Kollafirði.

Tey búsettust á Kinn og búgva í Lamba fram til 1835, tá ið sonurin Poul Jacob Midjord flytur til Fuglafjarðar við húsunum – um leið 1835.

Viðurin úr húsunum verður buntaður saman og floyttur í góðverðri og góðum streymi norður á Pállin í Fuglafirði og síðan sleipaður við tveimum fýramannaførum inn á Sandin í Fuglafirði.

 

Uppi við Garð 

Tey verða reist aftur á einum staði, sum nevnt verður Vestri í Húsi Uppi við Garð í Fuglafirði um leið 1835, sigur Frits frá Alfred Klein.

Jacob Midjord varð føddur í 1867. Sum 12 ára gamal missir hann pápan, tá ið pápin, Poul Jacob Midjord gongur burtur við áttamannafarinum 10. mars 1879 við 9 monnum.

 

Norðuri á Høvda

Húsini verða síðan aftur í 1885 – á triðja sinni - flutt av abbasoninum, Jacob Midjord, ið var sonur nevnda Poul Jacob Jacobsen, Poul vestri í Húsi og Stranda Cathrinu (Klein), norður í gerðið á Høvdanum, har Stranda Kathrina saman við soninum byggir tey upp í húsini hjá beiggja sínum, har tey stóðu í meira enn 100 ár. 

Tá ið sildaverksmiðjan útbygdi har norðuri, stóðu hesi ediligu hús í vegin, og kundu verið brotin niður vegna útbyggingarnar, ið tá vóru.

 

Petur Martin varðveitir húsini

Lukkutíð vóru tað nakrir fuglfirðingar við Petur Martin Petersen á odda, sum í 1993 tóku hendur saman um hesi hús – tóku tey niður á ein skynsaman hátt og goymdu at teimum í eini høll á Kambsdali eina tíð, har Dugni í dag heldur til.

Tá ið tann lagaliga løtan kom í 2000, vórðu tey aftur reist tætt við bókasavnið í Fuglafirði. Hesi hús hava eina tolna sál – eru grundað og reist fýra ferðir. Fyrtu ferð í Lamba um 1805, uppi við garð í Fuglafirði um leið 1835, tikni niðuraftur og reist Norðuri á Bakka í Fuglafirði í 1885 og so á seinasta sinni í 2000 omanfyri bókasavnið.

Høvdahúsini hava eina sjáldsama søgu, og er tað Peturi Martin Petersen fyri at takka, ið var høvuðspersónurin, tá ið stig skuldu takast til, at húsini skuldu varðveitast.

Eg havi oftani verið inni í húsunum, tá ið Jacob, vanliga nevndur Skáli, búði í teimum – Har var altíð nossligt og væl hildið inni, og eg minnist, at Skáli svav í koyggju, sum ikki var vanligt tá.

Hetta er kanska størsti dýrgripur, ið Fuglafjørður eigur, ið nú stendur á sínum fjórða staði omanvert bókasavnið í dag, og vísir Petur Martin Petersen enn hesi húsini fegin fram fyri fólki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað