Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom við til Floksmannadagin í Hattarvík 2021

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.12.2020 - 23:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 3. juli verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum., ræstkjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja inni í seyðhúsinum á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið. Eftir hetta verður vitja kring áhugaverd støð í bygdini áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður tónleikur at njóta í umleið hálvan tíma, hesa løtuna verða eisini føroyskt framleiddir snapsir og serliga Floksmannabjórin frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

Undir borðhaldinum kemur søgufrøðingur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan og søgur og sagnir úr Hattarvík.

Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.

Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.

​Luttøkan er avmarkað til 80 luttakarar.

 

Íroknað kostnaðin er:

Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur. Allur matur og drekkivørur, Undirhald, Ferðaleiðarar vm.

Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 07:30 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.

 

Atgongumerkir kunnu keypast her:  https://www.atgongumerki.fo/1160492/floksmannadagur-2021

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…