Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væl nøgdir við Christian

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.01.2021 - 15:16 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Teir fylgdu strongum korona reglum tá teir lótu "Margret" av hondum til føroyingar. Fimm íslendingar sigldu Margret til Klaksvíkar, her hon framhaldandi fer at bera navnið Christian. Ongin føroyingur slapp umborð fyrr enn íslendingar vóru farnir við egnum bili av Ánunum og beinleiðis á flogvøllin í Vágunum, har leigað flogfar stóð og bíðaði eftir teimum.

Eftir at íslendingarnir høvdu lukka skipið av og tikið tað teir skuldu hava heim aftur við, sluppu vit sum stóðu og bíðaðu á keiini umborð.

Hetta er ikki eitt nýtt skip, men eitt skip, sum er skrivað um aðrastaðni her á síðunu. Tó vóru menn sera væl nøgdir við standin, sum skipið er í. Sagt varð umborð, at skipið hevur verið í drift til fyri bert tveimum mánaðum síðani. Allastaðni har Norðlýsið vitjaðið umborð, var sera reint og vælhildið. Á brúnni vóru at kalla øll tól, ið verða brúkt á slíkum skipi í dag, góðar umstøður vóru í galluni og í messuni og í maskinrúminum tóktist vera framúr væl hildið. Tað sum manningin helt um skipið var, at teir hildu at teir skuldu fara at venja seg við at tað var lítið pláss á dekkinum. Vit eru vanir við rúmligari dekk enn hetta, men hetta er okkum ikki ókent, so tað skal nokk fara at ganga, segði ein, vit tosaðu við.

Sum sagt, so skal hetta skipið bert verða í hondunum hjá "Christian í Grótinum" í umleið eitt ár, til nýggi Christian í Grótinum fer av barkastokki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði