Lýsing
Lýsing

Vit skulu basa koronu, men verja fólkaræðið

SKRIVAÐ: Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi  |  03.01.2021 - 23:04 Politikkur Tíðindaskriv

2020 fer í søguna, sum koronuárið. Árið, sum broytti samfelagið, men eisini árið, sum vísti, hvussu viðbrekið fólkarræðið er.

Alt samfelagið varð lagt lamið, eisini politiska skipanin – bæði her og úti í heimi.

Avgerðir vórðu tiknar í skundi. Hvørjar avgerðir vóru rættar og hvørjar vóru minni rættar, tað fer tíðin at vísa.

Men eitt mugu vit gera okkum greitt - tað er í slíkum støðum, at fólkaræðið stendur sína roynd.

Løgtingið og onnur tjóðarting vórðu send til hús. Tá Løgtingið kom saman at viðgera fyrsta hjálparpakkan sluppu bert fá tingfólk at møta, orðaskifti var at kalla onki, og so skuldi atkvøðast.

Ja, støðan var óvanlig, men tað er júst í slíkum støðum, at vit mugu ansa eftir og ikki loypa framav. Tí avleiðingin kann vera, at fólkaræðið verður skert og rættarsamfelagið skalað.

Miðlarnir, ið annars skulu halda eyga við politisku skipanini og embætisverkinum, vórðu eisini skerdir og megnaðu tí heldur ikki at røkja sína uppgávu.

Langt var eisini ímillum, at fólk tordu at viðgerða avgerðir, ið tiknar vórðu.

Fólkaræðið og rættarsamfelagið eru júst trygdin fyri, at vit kunnu viðgerða mál, siga okkara hugsan, kunna seta spurningar og ikki minst, - at vit kunnu liva, sum vit halda er rættast.

Hesi rættindi og tær skyldur, ið fylgja við teimun, mugu ongantíð skerjast.

Í kreppustøðum er ofta neyðugt at taka avgerðir í skundi – tá kunnu mistøk henda. Men stórsta mistakið kann vera, at fólkaræðið og rættarsamfelag vikna.

Tí hóast kreppustøður, so mugu avgerðir verða tiknar sakliga í trá við grundleggjandi demokratisk og rættarsamfelagslig virði.

Tí er mín vón, at vit hava lært av støðuni, og tí hugsa okkum um, og tora at skifta orð og viðgera mál. Tiga vit, er skjótt, at fólkaræðið følnar og persónliga frælsið hjá fólki verður skert ella avtikið.

Politiska skipanin má ganga á odda, men embætisfólk við teirra servitan, aðrir fakbólkar og vanligi føroyingurin, sum ofta verður raktur av avgerðunum, má eisini gera vart við seg, tí vit eru øll ein týdningarmikil partur av føroyska fólkaræðinum.

Vit skulu basa koronu, men vit skulu verja fólkaræðið og rættarsamfelagið

 

Vinaliga

Beinta Løwe,

tingkvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin