Lýsing
Lýsing

Atlantic Airways tillagar flotan

SKRIVAÐ: Atlantic Airways  |  08.01.2021 - 15:10 Tíðindaskriv Vinna

Atlantic Airways og felagið Lattitude HUB SA á kanarisku oyggjunum hava undirskrivað sáttmála um, at Lattitude HUB frá juni í ár langtíðarleigar síðsta flogfarið av slagnum Airbus A319 frá Atlantic Airways. Leigutíðin er fýra ár

Leigusáttmálin hevur við sær, at Airbus A319 flogfarið fer úr flotanum hjá Atlantic Airways í summar og talið av flogførum lækkar úr fýra niður í trý flogfør. Felagið hevur í eina tíð kannað møguleikar fyri at leiga út Airbus A319 flogfarið, ið er tað minsta av flogførunum. Hóast altjóða flogvinnan er hart rakt við stórari og ógvusligari afturgongd í ferðafólkatølum, orsaka av korona heimsfarsóttini, er eydnast at fáa leiguavtalu í lag við felagið Lattitude HUB SA á kanarisku oyggjunum.

Lattitude HUB yvirtekur A319 flogfarið í juni og leigutíðin er fýra ár. Felagið Lattitude HUB SA er nýtt felag, ið kanariska hotelfelagið AS Hotels saman við kanarisku stjórnini og flogfelagnum One Airways eiga. One Airways fer at standa fyri rakstrinum av flogfarinum, ið ætlandi fer at styrkja um ferðavinnuna á oynni Tenerife.

Frá í summar fer Atlantic Airways at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær tyrlur av slagnum AW 139. Tvey av flogførunum eru av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orku-sparandi av sínum slag. Øll flogførini eru útgjørd við framkomnu navigatiónstøknifrøðini RNP AR 0.1, ið seinastu árini hevur gjørt stundvísið og reglusemið framúr á farleiðunum til og úr Føroyum.

- Vit fegnast um leigusáttmálan við Lattitude HUB, ið ger tað møguligt at tillaga flotan til væntaða virksemið, tá korona farsóttin hasar av, samstundis sum øll flogførini verða somu stødd við 174 flogsetrum, ið ger tað lættari at leggja flogferðsluna til rættis, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Atlantic Airways hevur flogið við Airbus 319 flogførum síðani mars 2012, tá fyrsta Airbus flogfarið kom í flotan.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…