Lýsing
Lýsing

Skúli úti og inni

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  08.01.2021 - 15:21 Mentan Tíðindi

Í morgun var serstakliga vakurt veður, og tí var bókin hjá næmingunum í 4. flokki løgd til síðis eina løtu í morgun. Tey fóru út at njóta veðrið og vakurt sólarris, sum vísti allar sínar mongu litir. 

Eftir at hava notið løtuna og veðrið varð farið aftur í skúlan, har næmingarnir lærdu um mát og mátieindir. Learning by doing í besta Dewey stíli :)

Fleiri myndir finnur tú her.

Learning by doing, ella at læra við at gera, er kent hugtak, sum er knýtt at amerikanska professaranum í heimspeki og námsfrøði John Dewey. Hann arbeiddi við ástøði, ið byggir á tankan um, at tann, ið lærir skal royna seg í umhvørvinum, hann er partur av, og ígjøgnum egnar royndir læra og mennast.

T.d. ikki bara at læra mát og matieindir við at tosa ella lesa um tað, men eisini ítøkiliga við einum tummastokki og at gera egnar royndir sjálv og sjálvur. 

Við hesum verður tykkum øllum ynskt eitt gott vikuskifti!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin