Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í SNP eru tey eisini vónsvikin av teimum skotsku konservativu. SNP sigur, at tey konservativu nú taka undir við nøkrum, sum tey sjálvi í 2018 kallaðu at svíkja Skotland. | Mynd: Scottish National Party

SNP: Bretska stjórnin brúkar skotsku fiskivinnuna sum søluvøru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2021 - 16:07 Politikkur Tíðindaskriv

Ígjøgnum alt Brexit hevur tann konservativa stjórnin í London brúkt skotsku fiskivinnuna til at handla við í samráðingunum við ES. Nú er greitt, at avtalan hjá Boris Johnon er tann reina útsøla, skrivar SNP, The Scottish National Party, í skrivi á síni heimasíðu.

Í greinini verður skrivað, at frá byrjan hevur skotsk fiskivinna verið á samráðingarborðinum, og harvið heldur Boris Johnson áfram við at gera tað sama sum Edward Heath og Margaret Thatcher við at lítisvirða skotar og við at síggja teirra fiskivinnusamfeløg sum nakað, Bretland væl fær verið fyriuttan.

Teir skotsku konservativu hava sagt, at teir fóru at atkvøða ímóti eini Brexit-avtalu, um hon ikki gav Bretlandi fullkomnan ræðisrætt yvir skotskum sjógvi. Men tað er greitt, at Brexit ikki kemur í nánd av at geva teimum tað. Tískil føla skotar seg nú snýttar og sviknar. Í eini greining av Brexit-avtaluni stendur, at skotskir fiskimenn fara at fáa minni atgongd til dýraru fiskasløgini, so sum tosk, hvíting og hýsu. Heldur ikki í framtíðini batna hesi útlitini.

Í SNP eru tey eisini vónsvikin av teimum skotsku konservativu. SNP sigur, at tey konservativu nú taka undir við nøkrum, sum tey sjálvi í 2018 kallaðu at svíkja Skotland. Og lagt verður afturat, at tey skotsku konservativu halda við Boris Johnson fyri einhvønn prís.

Skotskir útflytarar siga seg vera fangaðar í bureaukratii, t.e. krakkaveldi, og tað vísir seg í praksis við at vera fleiri løg av fyrisitingarligum trupulleikum, avvísingar vegna landamørk, drúgvar bíðirøðir og stórari ørkymlan og ivamálum. Í andsøgn til tað, sum Brexit-viðhaldsfólk søgdu fór at vera munandi minni krakkavaldi og “less red tape”, hava skotsku útflytararnir tvørturímóti upplivað vaksandi bureaukrati, og tað hevur aftur gjørt, at vørur hópa seg upp og milliónir av pundum verða mist av tí sama.

Beinleiðis sigur Seafood Scotland, at “in a very short time, we could see the destruction of a centuries-old market which contributes significantly to the Scottish economy.”, t.e. at upp á stutta tíð kunnu skotar missa aldargamlar marknaðir og harvið missir skotski búskapurin eitt týðandi íkast.

Kortini halda bæði skotsk konservativ og bretska stjórnin uppá, at Bretland og harvið Skotand fara at hava fullan ræðisrætt á sínum sjóøki eftir Brexit. Hetta hóast Brexit-avtalan sigur, at ES-skip og -bátar framhaldandi kunnu hava atgongd til skotskt farvatn í fimm og eitt hálvt ár afturat, meðan skotska stjórnin sigur, at tað fer at verða sera torført at byrgja fyri, at hetta ikki fer at halda fram aftaná tað. Sostatt hava skotar ikki fingið nakran størri ræðisrætt.

Sambært greiningini hjá skotsku stjórnini av Brexit-avtaluni hevur ES hinvegin fingið rætt til at leggja avgjøld á, um teirra fiskirættindi í bretskum sjógvi verða skerd. Sum heild følir SNP, at tey skotsku konservativu og bretska stjórnin hava skatt fiskiídnaðin í Skotlandi við síni avtalu.

Kelda: Scottish National Party

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum