Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsustýri Føroya – nú manglar bara at samtykkja

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  09.01.2021 - 09:06 Politikkur Tíðindaskriv

Vit mangla ein sterkan heilsumyndugleika í Føroyum, sum kann vegleiða, fyrireika okkum til heilsukreppur, fremja viðgerðartrygd, leggja til rættis, o.s.fr. Løgtingið skal í næstum taka støðu til uppskot frá Tjóðveldi, um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til.

Longu fyrst í koronufarsóttini sóu vit, at vit ikki kunnu dúva uppá danskar loysnir og Sundhedsstyrelsen at ráðgeva okkum. Landslæknin bað eisini beinavegin um hjálp, og viðurkendi, at tey ikki høvdu møguleika, at røkja sínar uppgávur innan smittufyribyrging.

Men dugnaligu føroysku heilsufakfólkini traðkaðu til beinavegin, at ráðgeva og upplýsa, og okkara dugnaligu granskarar tóku stig til kanningar. Hesir einstaklingar, ið tóku ábyrgd á seg, tí ongin annar gjørdi tað, hava verið altavgerandi fyri, at vit eru millum tey, ið hava handfarið koronufarsóttina best.

Sostatt hava vit longu tikið ábyrgdina í praksis, nú manglar bara at politiska skipanin stendur saman, um at virða okkara egnu fakfólk og myndugleikar til at geva teimum møguleika sjálvi, at standa fyri okkara heilsuverki og samstarva á jøvnum føti við onnur lond. Vit eru fult før fyri at átaka okkum ábyrgdina og skyldurnar, tað hava vit longu prógvað.

Hesin myndugleiki hevði havt til uppgávu, at vegleiða, hvønn veg vit skulu fara á heilsuøkinum, hvussu vit fáa styrkt viðgerartrygdina, hvussu vit best fáa stytt um bíðilistarnar, hvørjar viðgerðir vit skulu bjóða í Føroyum og hvørjar vit skulu keypa úr útlondum, o.s.fr. Yvirskipað skuldi hesin stovnur hugt longur fram í tíðina, enn politikarar ofta hava lyndi til, og sett eina strategi, so vit fáa meira heilsu fyri pengarnar.

Vit kunnu ikki liva við, at vit bert fáa hesa tænastu x-tal dagar um mánaðin úr Danmark, sum vit gera í dag. Vit mugu hava dagliga nærtænastu.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…