Lýsing
Lýsing

Eldri og heilsuveik verða koppsett nú

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  12.01.2021 - 20:45 Tíðindaskriv

Tíðarætlan er nú gjørd fyri koppsetingina næstu vikurnar. Gongst sum ætlað, eru fólk í serligum vandabólkum og øll oman fyri 85 ár koppsett, tá mars mánaði er úti, umframt ein stórur partur av teimum ímillum 75 og 85 ár. Landsstýrismaðurin fegnast um, at fólk nú vita, hvussu leikur fer næstu vikurnar

Í dag er koppsetingarætlanin í sambandi við koronufarsóttuna víðka, so hon fevnir um enn fleiri persónar. Somuleiðis er ein tíðarætlan gjørd fyri koppsetingunum næstu tíðina.

Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og landsins elstu borgarar, tá mars mánaði er runnin.

Landsapotekarin tekur tó fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.

Heldur tann forsøgnin, eigur tað at merkja, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá. Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir. Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga meira av vaksinu til føroyingar, tí vit hava fingið heilar kassar hvørja ferð.

Hesa vikuna fer koppsetingin av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum í gongd, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett. Síðani legst so líðandi afturat við øðrum bólkum.

Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út:

Vika 53 – vika 2 (30. desember – 17. januar)
Starvsfólk í fremstu røð
Vika 2 (11. – 17. januar)
Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði
Vika 3 (18. – 24. januar) 
Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.
Vika 4 (25. – 31. januar)
Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3).
Vika 5 (1. -7. februar)
Perónar, ið hava fylt 85 ár
Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
Endurkoppseting (annað prikið)
Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið.  Tey í serligum vandabólki og avvarðandi teirra fáa boð frá læknanum, sum tey eru knýtt at í sjúkrahúsinum. Røktarkrevjandi fólk fáa boð frá eldrasamstørvunum, og heimabúgvandi, sum hava fylt 85 ár fara eisini at fáa boð frá sjúkrahúsverkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er fegin um, at greiður leistur nú er fyri koppsetingargongdini fram eftir.

Tað hevur serliga stóran týdning fyri fólk, sum eru eldri og heilsuveik, at tey nú vita, hvat tey kunnu rokna við, og at tað tíbetur ikki gongur so long tíð, áðrenn tey øll eru koppsett og vard ímóti koronu. Og so er at vóna, at optimistisku væntanirnar hjá danska heilsustýrinum fara at halda, so vit eru komin heilt á mál, tá summarferian byrjar hjá teimum flestu, sigur hann

 

Mynd: Koppsetingarkalendarin er grundaður á fortreytirnar, sum eru galdandi í dag. Sambært ætlanini eru starvsfólk í fremstu røð, borgarar eldri enn 85 ár og fólk í vandabólkum liðugt koppsett í mars. Tá skal eftir ætlan eisini vera komin gongd á koppsetingina av restini av fólkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysk meistaradeild í pool
Vaktarskifti í Hvítu Húsunum
Reyði Krossur stykri mótstøðuførið hjá n…
Minningarorð - Petur Oluf Hansen - pione…
Jasper Van Der Heyden var útróðrar­maður…
Team Klaksvík spælir týdningarmiklan dys…
Gadus fer nýggjan túr mikukvøldið
Heilsan hjá føroyingum er vorðin handils…
Týðandi samstarv millum kommununa og vin…
Asfaltera á Stongunum
Helma Maria vil tryggja eina 100% burðar…
Nýggjar bústaðir fyri 450 milliónir
Teir fiska væl á útiróðri
Fyrstu metingar­nar siga HB og KÍ í FM-st…
Ungdóms­arbeiði hjá Mjølnir blomstrar
Føroyskar fyritøkur savnast í verkætlani…
Brúdleyp - Hanna og Jákup
Vitan til varandi aling 2021
LÍV gott avkast í 2020
Bjarni