Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lógaráseting í lóg frá 2016 var í stríð við Grundlógina. | Mynd: Wikipedia

Føroya Rættur ógildað løgtingslóg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.01.2021 - 15:00 Politikkur Tíðindi

Vágaportalurin veit í dag at siga frá, at eitt mál hevur verið fyri í Føroya Rætti, har Landsstýrið er dømt at tapa, og at ásetingin í § 7, stk. 2 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi fyri 2016 er dømd ógildug at vera. Harvið hevur rættarskipanin á fyrsta sinni sett eina løgtingslóg til viks.

Tað var Høgni Hoydal, táverandi fiskimálaráðharri, sum legði uppskotið fyri Løgtingið. Lógargreinin, § 7, stk. 2, ásetti, at gjald fyri kvotur, sum vórðu keyptar á uppboðssølu, kundu ikki verða drignar frá frá søluvirðinum av veiðuni í sambandi við at útgjalda hýrur til manningina. Vágaportalurin veit at siga, at umsitingin í Løgtinginum ávaraði løgtingsfólkini um, at varð lógin samtykt og íverksett, so kundi tað viðføra endurgjaldsskyldu.

Sambært VP.fo kann Landskassin nú rokna við endurgjaldskrøvum, tí reiðarí hava verið fyri tapi av lógini. Orsøkin til, at Føroya Rættur nú hevur ógildað ásetingina/lógina er, at hon er í stríð við bæði tann europeiska mannarættindasáttmálan og við grundlógina. Ein lóg, ið stríðir ímóti grundlógini, missir nevniliga sítt gildi.

Um endurgjaldskrøv koma, og hvussu stór tey tá verða, er enn ógreitt, men í fyrstu syftu er Føroya Landsstýri so dømt at gjalda 576.000 krónur í sakarmálskostnaði.

 

Kelda: Vágaportalurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum