Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hvør er nú koppsetingarstrategiin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2021 - 09:01 Leiðarin

Farsóttarnevndin hevur nú almannakunngjørt sína ætlan fyri, nær teir ymisku bólkarnir av fólki skulu koppsetast. Sjálv raðfestingin sær skilagóð út, men seinna prikið skríggjar við síni fráveru. Samstundis koma útmeldingar um, at koma fleiri vaccinur, so skal fyrsta prikið hjá fleiri framskundast. Spurningurin er, hvussu hetta hongur saman.

Í stuttum er ætlanin hendan: Fyrst verða heilsustarvsfólk í fremstu røð koppsett. Hetta er longu í gongd og snýr seg um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og líknandi størv, har man er “hands on” við tann mest útsetta bólkin í samfelagnum, tey eldru og tey kroniskt sjúku. Stig 2 fer í gongd í hesum døgum, og tá er talan um búfólk á ellis- og røktarheimum.

Síðani koma tey serliga útsettu, t.e. tey kroniskt sjúku og tey við niðursettari immunverju, og beint eftir tey koma teirra avvarðandi. Í februar standa fólk, ið eru 65 ár ella eldri, fyri tørni. Tó er treytin tann, at tey eru røktarkrevjandi og/ella hava tørv á hjálp í tí dagliga. Og so verða føroyingar koppsettir eftir aldurspyramiduni. Fólk eldri enn 85 ár verða eisini koppsett í februar-mars, frá mars til mai verða aldursbólkarnir 75-85 ár koppsettir, og í apríl byrjar koppsetingin av tí breiða skaranum av fólki.

Fólk eru býtt sundur í bólkar, ið eita 65-74 ár, “Fólk í øktum vanda, ið eru 65 ár ella yngri”, “Samfelagskritisk størv” og so tann breiði hópurin, ið er allir føroyingar, ið eru 16 ár og eldri, og sum ikki koma undir nakra av hinum kategoriunum. Farið verður í holt við allar hesar bólkar í apríl, og koppsetingarnar koyra fram til í juni.

Men alt hetta er fyrra koppsetingin. Sum áður víst á í blaðnum, so kunnu katastrofalar avleiðingar standast av, at fólk beint eftir fyrru koppsetingina halda seg vera immun. Fyri tað fyrsta tekur fyrra vaccinan kanska einar 14 dagar at fáa fulla effekt, og sjálvt tá er ein ikki at rokna sum endagilduga koppsettur. Tí mugu tvey prik til, og tástani er man at meta sum tryggur, í øllum førum so tryggur, sum ein kann blíva.

Ein annar spurningur, sum vit tó lata liggja í hesum førinum, er tann um, hvørt vit skulu koppsetast afturvendandi, eins og vit kenna tað frá vanligum beinkrími ella líknandi krímsjúkum. Tað er ikki óvanligt, at fólk lata seg koppseta fyri krím eina ferð um árið ella umleið tað. Her hevur landslæknin nevnt møguleikan fyri, at møguliga kunnu 2 ár ganga, møguliga bert 8 mánaðir, so er aftur neyðugt við eini koppseting fyri Covid-19, men, eins og rætt er, so undirstrikaði hann, at tað er ógjørligt at siga tað við vissu longu.

Men longu nú áttu vit at fingið greitt at vita, nær vit kunnu rokna við at fáa seinnu koppsetingina. Sagt hevur verið, at umleið 3 vikur skulu ganga ímillum, men politisku og læknafakligu útmeldingarnar hava verið ógreiðar á hesum øki, tí meldað er somuleiðis út, at farið verður eftir at koppseta so nógv sum gjørligt fyrru ferð, og tí er hugsandi, at vit koma at bíða longri eftir at fáa tað seinna prikið.

Hetta er ikki skrivað fyri at kritisera valdu strategiina, men einans fyri at gera vart við, at Føroya fólk eigur at verða kunnað, og tað helst í góðari tíð. So, nær kunnu vit vænta at vera endaliga koppsett? Í juni? Til ólavsøku? Ella kanska ikki fyrrenn til heystar?

Vit bíða í spenningi eftir svari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað