Lýsing
Lýsing

Helma Maria vil tryggja eina 100% burðardygga elveitingarskipan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2021 - 16:57 Tíðindi Vinna

Mánadagin 18. januar var forkunnugt tiltak á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tiltakið snaraði um evnið orkusparing, og á tiltakinum luttóku tvey umboð fyri SEV og vinnugranskarin Helma Maria Tróndheim, ið sjálv hevur gingið á Tøknibreytini á skúlanum. Í dag er hon orkuverkfrøðingur og er í holt við eina vinnu-ph.d.-verkætlan um støðuga grøna orku.

Helma Maria Tróndheim er fødd í 1994 og er uppvaksin í Leirvík, har hon eisini býr í dag. Eftir loknan fólkaskúla fór hon í 2010 á Tekniska Skúla í Klaksvík, har hon leyk prógv frá Tøknibreytini í 2013. Tað, ið hon minnist best frá hesi tíðini, eru tær mongu verkætlanirnar, fyrst og fremst í lærugreinini Tøkni, góðu arbeiðsumstøðurnar á skúlanum, og tað góða samanhaldið.

Eftir tíðina á Tøknibreytini fór Helma Maria víðari á Fróðskaparsetrið, har hon tók bachelorprógv (B.Sc.) í orku- og umhvørvisverkfrøði í 2016, og síðani á Aalborg Universitet at taka master-yvirbygningin M.Sc. í orkutøkni í 2018. Í dag er hon í holt við eina vinnu-Ph.D., ið er ein granskingarverkætlan við heitinum "Trygdarveiting fyri einum støðugum elnetið og eini álítandi elveiting í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum”, ið, sum heitið sigur, snýr seg um støðuga elveiting, sum samstundis er fult og heilt burðardygg.

Í áhugaverdu framløguni kom fram, at Føroyar framvegis eru nógv mest bundnar av oljuni, og fortreytin fyri 100% grønari orku í 2030 er, at hiti og flutningur mugu elektrifiserast við eitt nú hitapumpum og elbilum. Og sjálvt tá er langur vegur eftir, tí umleið 47% av oljuni verður brúkt av skipaflotanum. Helma Maria nevndi eisini, at oljunýtslan í 2019 er tann dupulta av teirri í 1995, og tað hevur sjálvsagt ikki gjørt tað lættari at røkka málsetninginum.

Avbjóðingarnar við grønu orkukeldunum eru, at nógv regn og vindur eru um heystið og veturin, meðan munandi minni er um summari, og tað er øvugt viðv. sólorkuni. Tann einasta støðuga grøna orkukeldan er sjóvarfalsorka; hon sveiggjar eftir dagliga rákinum í sjónum, men er støðug yvir árið. Hinvegin eru betri fortreytir fyri grønari orku í Føroyum enn aðrastaðni, tí her er lutfalsliga nógv regn og nógvur vindur.

Í løtuni hevur SEV 4 ymiskar vindmyllulundir, og ætlanin er at gera tvær afturat, og harvið økja framleiðsluna úr 24 MW upp í 36 MW. Har eru tó sera mong atlit, ið skulu takast. Fyrst skal orkuveitingin bjóðast út, síðani skulu vindmátingar gerast, atkoman og staðsetingin kannast, festarar spyrjast, og ikki minst skal hædd takast fyri djóralívinum á staðnum. Helma Maria nevndi sum dømi, at SEV mátti flyta eina myllu, tí ein svarthálsa reiðraðist í nánd.

SEV roynir annars sjálvt at ganga á odda við at fáa orku frá sólpanelum, men sjálvt hálvi fótbóltsvøllurin av sólpanelum, sum er í Sumba, gevur bert ein góðan fjórðing av tí orkuni, sum ein vindmylla gevur. So sólorka kemur ongantíð at vera høvuðsorkukelda. Munandi betri framtíðarútlit hevur sjóvarfalsorkan, og í løtuni er gongd í eini sera spennandi ætlan við einum dreka í Vestmannasundi. Sjóvarfalsorka var áður dýr, tí tá skuldi ein turbina á havbotninum til, men hesin flotdrekin er bæði effektivari og bíligari.

Á tiltakinum var eisini ein filmssýning um verkætlanina hjá SEV í Porkerishaga, har m.a. ein 60 metra-høga mastur er sett upp, og sum í meðal er 65% grøn orka. At enda greiddi Helma Maria frá um ávegis granskingarúrslitini, og gongur alt sum tað skal, verður verjan av Ph.D.-ritgerðini í november í ár.

Bestu ráðini, Helma Maria vil geva núverandi tøknibreytarnæmingunum, eru at taka av, tá ein so spennandi møguleiki býðst, eisini hóast tað merkir, at longu lagdar ætlanir mugu broytast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…