Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mjølnir hava leikt og vunnið 3-0 móti TB í Klaksvík hetta kappingarárið | Mynd: Oliver Joensen

Flogbóltur: Tveir dystir í Klaksvík leygardagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.01.2021 - 08:47 Ítrottur Tíðindi

Kvinnurnar taka ímóti TB og menninir taka móti SÍ í Badmintonhøllini í morgin. Flogbóltssambandið stroymir dystirnar

Bólkaspæli í Steypakappingini heldur fram januar mánaða út. Síðani eru hálvfinalurnar í februar og steypafinalurnar eru fyrst í apríl. 

Kvinnurnar hjá Mjølnir taptu fyrsta dystin móti Drátti og tí skal ein sigur í hús móti tvørákvinnum. TB vann sannførandi 3-0 móti Ternuni og tískil er sannlíkt at vinnarin av hesum dystinum kvalifiserar seg í hálvfinaluna, sum verður í februar. 

Menninir hjá Mjølnir gjørdu flott comeback móti vælleikandi Fleyr. Teir taptu tvey tey fyrstu settini, men vunnu síðani trý tey næstu. SÍ taptu á heimavølli móti ÍF í fyrsta dystinum og tískil er trýst á SÍ at vinna hendan dystin, um sørvingar ætla sær í hálvfinaluna. 

Sum nakað nýtt fer Flogbóltssambandið at stroyma dystir. Byrað verður í Klaksvík í morgin. Leinkja verður løgd á Norðlýsið í morgin, har hyggjarar kunnu trýsta seg inn til dystin. 

 

Leygardagur 23. januar

Kl. 14.00: Mjølnir - TB (Kvinnur)

Kl. 17.00: Mjølnir - SÍ (Menn)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur