Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat bleiv av klaguni  hjá Stjørnuni?

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.01.2021 - 20:16 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað er  ein vika síðani Stjørnan eftir innleiðandi dystin í steypakappingin imóti Neistanum sendi inn klagu til HSF, tí tey meina, at dómararnir gera ein feil, tá teir í seinastu sekundunum av dystinum góvu stjørnuleikara útvísing fyri at hava órógva Neistan í samband við 3-meturkast, og harafturat døma brotskast til Neistan, sum Neistina skoraði uppá, og harvið vann dystin 24-23.

Norðlýsið hevur fregnast hjá Stjørnuni, og siga tey, at tey onki hava hoyrt aftur um klaguna, hóast tey hava rykt eftir eini niðurstøðu.

Sum Norðlýsið skilir, so sigur Stjørnan í klaguni, at dómararnir gera ein feil, tá teir døma brotskast, tí í hondbóltsregnulunum stendur, at um leikari á ósportligan hátt í teimum seinastu 30 sekundunum av dystinum órógvar mótistøðulinum í møguleika at koma til skot ella skotstøðu, so kunnu dómararnir ”burturvísa” leikaran sum órógvar mótstøðuliðið, og síðani døma brotskast. Tað er her, at Stjørnan sigur, at dómararnir døma skeivt, tí teir geva Stjørnuleikaranum ”bert” 2 minuttir útvísing, og alíkavæl døma straffi.

Spennandi verður at hoyra hvørja niðurstøðu HSF kemur til, tí niðurstøðan kann hava stóra ávirkan á støðuna í bólkinum. Leikt eru tvey av trimum umførum, og støðan er tann, at Neistin er á odda við fýra stigum, H71 hevur trý stig, Stjørnan hevur 1 stig, meðan VB er aftast við ongum stigi.

Um so er, at Stjørnan far viðhald í klaguni, so broytsist alt í bólkinum, óansæð hvør niðurstøðan verður. Tað mest sannlíka er, um Stjørnan fær viðhald, so skal dysturin leikast av nýggjum, og tá verður støðan í bólkinum undan dystinum, at H71 hevur trý stig, Neistin tvey stig og Stjørnan eitt stig, og so kann alt henda. Í seinasta umfarinum eru dystirnir hesir H71-Neistin og VB-Stjørnan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB