Lýsing
Lýsing

Eystan Múla verður flutt inn í framtíðina í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2021 - 07:30 Politikkur Tíðindi

Í 2024, nærum 60 ár eftir, at Tunlarnir norður um Fjall lótu upp, kunnu fólk eystan Múla koyra igjøgnum nýggjar og tíðarhóskandi tunlar. Málið verður væntandi samtykt í dag, hóast fólk ynsktu aðra linjuføring

3. viðgerð av Uppskoti til broytingar í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum kemur fyri á tingfundinum í dag. Við 2. viðgerð hósdagin í seinastu viku varð málið einmælt samtykt og tískil má væntast at tað sama fer at henda í dag. 

 

Linjuføringin

Samstundis er eisini endaliga avgerðin um linjuføring tikin - og hon verður millum Ánirnar/Árnafjørð og síðani Árnafjørð/Norðtoftir, sí mynd niðast. 

Leingi hevur kjak verður um, hvør linjuføringin er tann besta, og hóast valfundurin á Fossanesi tann 25. august 2019 undan løgtingsvalinum vísti, at størsti parturin av fundarfólkinum ynskti linjuføringina gjøgnum Gerðabø, so verður hetta av ongum. 

Í uppskotinum stendur at "nýggjur tunnil verður gjørdur millum Ánirnar og Árnafjørð á leið har, sum verandi tunnil er, og nýggjur tunnil verður gjørdur millum Árnafjørð og Norðtoftir á leið har, sum verandi tunnil er. Harumframt verða vegir gjørdir millum nýggju tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir. Árnafjarðartunnilin er prosjekteraður til at verða 1,9 km. og Hvannasundstunnilin 2,2 km. Tað skulu gerast 1,9 km. av nýggjum vegi". 

 

Kostnaður og tíðarætlan

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 12. januar 2021 og hon staðfestur, at tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir í 2024: 

- Orsøkin til hetta lógaruppskotið um at broyta verklagslógina er at fáa heimild til at hækka játtanarkarmin til verkætlanina til 522 mió. kr., sum svarar til eina dagførda kostnaðarmeting.

- Tunlarnir norður um Fjall verða eftir ætlan lidnir í 2024. Teir verða 4,1 km. Við byggiplássi og prísvøkstri verður mett, at tunlarnir kosta 95,5 mió. kr. fyri kilometurin. Tá er roknað við, at tunnilin eigur 80% av byggiplássútreiðslunum

Løgtingsfundurin byrjar kl. 13.30

Linjuføring fyri tunlarnar norður um Fjall, við tilhoyrandi vegagerð. Gulu linjurnar eru tunlarnir, og reyðu linjurnar er vegagerðin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin