Treylarar góðar sømdir – handverkarar ikki
Um hugt verður at prísunum í Eysturoyartunlinum, so sæst, at prísurin fyri at fara ígjøgnum við einum vanligum “pickup”-lastbili er 300 krónur hvønn vegin. Tað sker tí í eyguni at síggja, at prísurin fyri ein treylara bara er 100 krónur hægri, 400 krónur hvønn vegin. Trailarin er fleiri ferðir størri, men tann munurin kostar lutfalsliga lítið.
Vit síggja eisini, at stjórin í tunnilsfelagnum P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar er nevndarlimur í Bakkafrosti. Og tá ein hugsar um, hvussu høg príslegan í Eysturoyartunlinum er fyri øll onnur akfør, so virkar tað eitt sindur margháttligt, at júst trailarar skulu sleppa fyri “einans” 400 krónur hvønn vegin, havandi í huga, hvussu stórir teir eru. Er talan um ein umvendan Robin Hood, har meinigi handverkarin í lítla lastbili sínum skal gjalda fyri trailararnar hjá Bakkafrosti?
Ella um vit kunnu venda tí við: Roynir stjórin í tunnilsfelagnum at gera tað bíligari fyri fyritøkuna, hann er nevndarlimur í, at senda 22 tons av laksi til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnilin? Um tað er fyri at lætta um hjá vinnuni, er tað sjálvandi positivt, men so er spurningurin beinanvegin: Hví bert hjá trailaraflutninginum?
Sovorðnir spurningar íkoma altíð, tá somu persónar sita báðu megin borðið, og tað vísir seg, at teirra fyritøka, ella fyritøkurnar báðu megin borðið, fær fyrimunir fram um aðrar vinnugreinar.