Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvørjum skulu vit liva av?

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  01.02.2021 - 07:15 Lesarabrøv Politikkur

Henda spurning setti Jóhan Dahl í vikuni. Ein sera aktuellur og tídningarmikil spurningur nú alt er við at verða vent á høvdið, bæði so og so. Eitt avgerðandi mál kom Jóhan Dahl ikki inn á, og var tað tey 17 ST-heimsmálini til burðardygga menning, ið eru fortreyt fyri at tryggja at komandi ættarlið hava nakað at liv av og fáa somu góðu umstøður og møguleikar sum vit hava.

Vit hava sum er fiskivinnu og alivinnu sum berandi grundarlag. Bæði eru illa fyri og kunnu fara fyri bakka nær tað skal verða. Veðurlagsbroytingar og ovurstór dálking og eitran av havumhvørvinum kan koma at verða mønustringur, um ikki nakað miðvíst verða gjørt til at fyribyrgja øktari upphitan, javnt sum høvini gerast meira súr, verða heitari og við lægri súrevnisinnihaldi. Meira fekst vatn gevur lægri salinitet, ið við nú síggja hevur álvarsaamt árin á t.d. springara og hval, og onnur djór og gróður í høvunum sum heild.

Sild og makrelur kan stinga av, føðin hjá toski og hýsu lækka, og eitrandi algøvøkstur gera av við alivinnuna uppa eina viku. Hvat skulu vit so liva av, Jóhan Dahl?

Eg sá einki uppskot og einga loysn í tí lagt varð fram av Jóhan. Umrøtt varð at firðir og sund er pakkað við alirbúkum, og ikki er pláss fyri víðkan, og tí skulu vit leggja alistøður út á opið hav.

Just her dettur Jóhan niður millum bryggjukant og skipasíðu, og av fleiri orsøkum. Eitt er at høvini eru álvarsamt hótt av dálking frá útlatum frá ídnaði og landbúnaði, og sanniliga eisini frá alivinnuni.

Næst er gongdin at aliframleiddur fiskur verður fluttur upp á land í ovurstórar framleiðslueindir, og har sum keyparin býr. Tað verður tí trupult at kappast orsaka eyðka flutningskostnaðir, næst at keyparin verður meira og meira tilvitaður um vøran hevur eina umhvørvisvinarliga og grøna vangamynd, og verðrur tí at velja frá umhvørvisdálkandi vørur. Vit síggja hvussu økingin er í vistfrøðiligum vørum og at krøv til burðardygga framleiðslu er eitt aðalmál.

At flyta aliframleiðslu út á opið hav verður sum steinur omaná byrðu, og ikki nakað sum kemur at tryggja eina haldbara og trygga framtíð.

Fyri árum síðan var eplaframleiðslan so stór at útflutt varð til Ísland. Neytini vóru nógv í øllum landspørtum, og firðir og sund góvu altíð besta fiskin...nær tað skuldi verða. Tilvitanin sæst millum tey ungu....Moldmentan, sera gott frámerki, hvítarøtur úr Dímun, smávegis krydd- og annað í heimaframleiðslu o.s.v. Vakstrarhús høvdu vit áður, men eru tey horvin...har væl ber til at framleiða frugt og grønmeti. Ferðavinnan kann geva nógv meira av sær...men restar nógv í at fáa skil á lendisnýtslu og planlegging, har lógavan er fullkomuliga afturúrsigld. Einasta land á norðari hálvkúlu, ið ikki kann skipa ein tjóðargarð...National Park, sigur nakað um hvar støðið liggur. Ísland hevur fleiri atrraktiónir í altjóða góðkendari skipan hjá IUCN. Grønland hevur ein ovurstóran National Park, Skotar inntil fleiri....og soleiðis hava øll norðanlond væl skipaðar karmar til lendisplanlegging og umsiting.

 

Fyri at koma aftur til spurningin hjá Jóhan Dahl, er greitt at avbjóðingin fyri framtíðina er at fyribyrgja veðurlagsbroytingar og leggja fossilu orkuna um til varandi orkuveiting. Tað kostar pening...og tað í ólukkumát. Men tøkniliga letur tað seg gera, og er tí einki at bíða eftir...heldur tvørurímóti skal nakað setast í verk, og tað skjótt eisini. Landsstýrið og Helgi Abrahamsen sova sín søta svøvn og koma ikki upp úr sofuni. Orkukarmar til sethús og bygningar verða ikki herdir, sum BK17 (Bygningskunngerðin) annars sigur frá skuldi gerast í 2018. Og enki hendir sjálvt um slíkt kann avgreiðast uppá 3 dagar við einari kunngerð. Tað kann sigast at verða rættuliga átaluvert.

 

Battaríir koma ikki at føra nakað skip á fiskileið, næst dálka battaríir illa í framleiðslu, og skulu skiftast eftir nøkrum fáum árum. Men loysnin at flyta orkuveiting fra fossilari orku til varandi orku er í eygsjón og tøknin er komin so mikið langt, at spurningur bert er nær fyrsta línuskipið kann skifta dieslmotorin út við ein EL-generator, ið ikki fær ravmagnið frá einum battaríið, men brennikyknu.

Sum fiskivinnutjóð hava vit einki annað val enn brennikyknur og vetni - tí einki skip megnar 3 - 4 vikur, og meira enn tað, við battaríum. Tí mugu og skulu vit gera nakað við fyrireikingar til umlegging til vetnistøknina. Nógv varandi orka skal fáast til høldar, og er her møguleikin við havvindmyllum hvør á 8-15MW. Vestas hevur eina myllu á 8,3MW, og seta vit 100stk. upp á góðum plássum kring oyggjarnar, kanska í smærri bólkum á 25- 30 stk, kunnu 100myllur framleiða 3.735GWtímar um árið...góðar 10 ferðir okkara samlaðu elfremleiðslu.

1/3 av orkuni fæst aftur sum ravmagn gjøgnum brennikyknur, ið svarar til umleið 1.000 GWtímar. Leystligt umroknað til 85.000 tons av olju...ella tætt við tað nøgd okkara fiskifloti brúkti í 2019.

Kostnaður fyri 1MW vindorku...uppsett á landi er umleið 5.millkr. Ein mylla á 8,3MW sett út sum havvindmylla kostar allarhelst meira pr. MW, so um vit siga 50.mill.kr. fyri eina myllu, verður kostnaðurin umleið 5 milliardir krónur fyri 100 myllur.

Slík ovurstór upphædd bara fyri vindmyllurnar er umleið tað tveir Eysturoyartunnlar kosta. Verður sama upphædd sett til elektrolysuskipanir og kompressiónstangar / áfyllingarstøðir til skipini, nærkast vit tí upphædd ein Suðuroyartunnil kostar.

 

Tí kann spurningur setast, um tað vit skulu liva av – úr hjallinum á sjónum - ikki verður væl meira skilagott fyrireikað við íløgu á 10.milliardir krónur til at leggja um frá fossilu orkuni og til eginframleidda orku til okkara fiskiflota, ið vit IKKI kunnu verða fyriuttan, heldur enn til ein Suðuroyartunnil, ið vit ikki avgjørdan hava tørv á...tí næsti Smyril verður el-rikin og við brennikyknum.

Farmaflutningur og millumlandasigling kemur eisini at hava tørv á øðrum brennievni enn olju, og at skula kunna bunkra her hjá okkum. Og eisini av tí orsøk verða vit hálvan vegna tvungin til at fáa gond á umlegging til vetnistøknina og við tí gera okkara til at forða áhaldandi veðurlagsbroytingum. Har er eingin onnur leið, og soleiðis er og verður tað...óansæð um vit vilja tað ella ikki.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum