Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Eru føroyingar serliga naivir?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  11.02.2021 - 17:55 Bloggur Politikkur

Danski verjumálaráðharrin er enn einaferð lopin fram av – tað er hon annars kend fyri – nú hon ikki hevur kunnað Føroya Løgting um avgerðina at stovna eina nýggja radarstøð á Sornfelli. Sjálvandi hevur Løgtingið evsta avgerðarrætt í hesum máli, men at ímynda sær, at lítlu Føroyar bara kunnu melda seg úr altjóða hernaðarligu dubbingini er ikki bara naïvt, men eisini super-naïvt.

Í altjóða høpi er tað so óheppið, at Várharra hevur lagt Føroyar mitt ímillum amerikanska meginlandið og Europa og heldur ikki so langt fra Arktis. At ímynda sær, at eitt øki, ið liggur slakar hundrað míl frá bretska meginlandinum, sleppur av liggja sum ein uttanveltaður hugnablettur mitt í Atlantinum og hugna sær, er beinleiðis tápuligt!

Tey, sum ráða her i heiminum eru ikki bara hugnalig og fitt fólk, sum vilja øllum – og serliga Føroyum – tað besta. Líta vit aftur í søguna, og hyggja vit at støðuni í dag, so áttu vit at sæð, at mong av teimum sum ráða fyri borgum eru fantastar og ørvitisknokkar, sum verða leidd av einum logikki, ið vanlig hugsandi menniskju als ikki fata.

Leiðararnir i Kreml og í Peking (Beijing) hugsa ikki sum fólk flest í Vesturheiminum. Og í USA eru tey fyribils sloppin av við ein apukatt, sum var um at beina fyri tí landinum, og hvørs logikkkur endaði við 6. januar í ár.

Føroyingar eiga heldur ikki at gloyma, at tað kanska var um reppið, at Hitler ikki gjørdi landgongd í Føroyum, og at føroyingar fingu somu viðferð sum norðmenn undir seinna heimsbardaga. Tað var eisini helst tí, at føroyingar, sum kanska eitt eindømi, hátíðarhildu, at hálv øld varð liðin síðani bretar hertóku oyggjarnar.

Tá alt hetta er sagt, so er tað ein sjálvfylgja, at Løgtingið eigur at hava seinasta orðið í hesum málinum. Hvussu tað ber til at føroysku mynduleikarnir ikki eru orienteraðir um avgerðina hjá Fólkatinginum viðvíkjandi radaranum, veit eg ikki. Men tað er heilt óhugsandi í dag, at Fólkatingið fer at seta eina slíka ætlan í verk í friðartíð uttan um Løgtingið.

Og tó, Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hevur jú víst seg at vera sera heppin við at fornerma fólk, eisini síni egnu í donsku verjuni, har hon hevur skapt rættiliga øsing. Og so er tað tað, um ein kann líta á Føroya Løgting at taka eina skilagóða avgerð í hesum málinum? Landsstýrið og Løgtingið bóru orð fyri at vera slaturkellingar av rang, og tí er vandi fyri, at til dømis donsku myndugleikarnir og NATO ikki tora at kunna hesar føroysku myndugleikarnar um altjóða trygdarmál?

Í Føroyum er ongin stovnur – Trygdarráð ella ikki – ið er mannaður við fólki, ið eru serkøn í trygdarmálum. Vit hava ongi fólk har, sum eru serkøn í fregnarvirksemi, verjuvirksemi ella álopshóttanum, og tað er helst vandamikið at lata slíkt upp í hendurnar á amatørum!

Sjálvandi skal Føroya Løgting hava evstu avgerðina í hesum málinum. Men er Løgtingið nóg mikið at sær komið til at leita sær serráðgeving inna trygdar- og fregnarmál? Helst fara danir ikki at kroysta nakra avgerð niður yvir føroyingar. Tað er tó ikki vist, at Kreml, Peking ella NATO fara at góðtaka at Føroyar liggja sum ein uttanveltaður blettur mitt í Atlantinum, skamt frá bretska meginlandinum og við útsýni móti Arktis?

Løgtingið noyðist at taka eina avgerð í málinum – vónandi eina skilagóða avgerð. Og hvør sigur, at radarin ikki eisini kann verða til fyrimun fyri trygdini hjá sivilu flogferðsluni og skipaferðsluni.

Í altjóða trygdar- og fregnarmálum finnst ongin friðaður neutralitetur! At vera góðtrúgvin er ein sera vakur eginleiki, men hann kann eisini kosta dýrt!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spældi javnleik í Kollafir…
Føroyska U21-landsliðið spælir komandi h…
Fólka­heilsustýrið verður veruleiki á nýg…
Koronupassið endaliga góðkent og klárt a…
1.deild hjá KÍ er best eftir summarsteðg…
Fundur um parkinson á Segllofti­num á Tvø…
1.deild hjá KÍ spælir avgerandi dyst ley…
Seks leikarar vunnu steypakapping­ina fjó…
KÍ vann fyrsta steypið
Mjølnir vann fyrsta dystin
Epli og kjøt av Sandi
Rudda Føroyar
Groundhog day (USA)
Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum
Veðrið um vikuskiftið
U17-liðið hjá KÍ spælir steypafinalu í k…
Norðlýsið á gøtuni
Silvur­brúdleyp - Elisabeth og Sigmundur
Málmansvenja­rin er komin uppá pláss hjá…
Kom bara inn!