Lýsing
Lýsing

Kjølur-Open 2021 - samanumtøka

SKRIVAÐ: Tummas Martin Sólsker  |  16.02.2021 - 23:34 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Íalt 33 telvarar luttóku Kjølur - Open, sum bleiv telvað í Spaniustovu í Klaksvík í vikuskiftinum. Í hugnaligu hølunum kappaðust telvarar í øllum aldursbólkum og nakrir telvarar fingu roynt seg á fyrsta sinni til kapping av hesum slagi.

Lagt varð fyri fríggjakvøldið, tá 3 umfør við styttri umhugsunartíð vórðu avgreidd. Leygardagin og sunnudagin bleiv telvað við longri umhugsunartíð; 2 umfør hvønn dagin.

Kappingin í oddinum var tøtt allan vegin. Tá leygardagurin var av, lá favoritturin og vinnarin frá í fjør, Luitjen A. Apol, var á odda saman við Margari Berg. Báðir høvdu teir 4½ stig. Sunnudagin vunnu Rani Nolsøe og Terji Petersen seg heilt fram í oddin, og endin var at Terji Petersen við sigri á Luitjen A. Apol í seinasta umfari hálaði seg upp á sama stigatal sum Margar Berg, og vann tí kappingina uppá mótstøðustig.

Endaliga støðan í oddinum bleiv hendan:

Nr. 1 Terji Petersen 6 stig

Nr. Margar Berg 6 stig

Nr. 3 Rani Nolsøe 5½ stig

Virðislønir vóru eisini latnar fyri styrkisbólkar og vunnu hesir: 

Ratingbólkur 1401-1800: Jón í Horni Nielsen, 5 stig

Ratingbólkur 0-1400: Elias Petersen, 4 stig.

Hugaligt var, at fleiri heilt ungir telvarar dystaðust í Kjølur Open. Áleið helvtin av luttakarunum vóru undir 15 ár. Klaksvíkar Talvfelag var eisini rættuliga væl umboðað við fleiri ungum kreftum, sum royndu seg til kapping á fyrsta sinni.  

Nýggi stórmeistarin í Klaksvíkar Talvfelag, Vladimir Hamitevici, var eisini á vitjan í Spaniastovu. Hann luttók ikki hesaferð, men fekk til uppgávu at finna vinnarnar av Pizza- gávukortum, sum teir yngru telvararnir struku avstað við.   

Talvárið er farið at halla, og endaspurturin í liðkappingini er farin í gongd, og triðseinasta umfar verður komandi sunnudag. Endaumfarið verður 13. mars. Á páskum verður FM fyri einstaklingar, men enn er ikki avgjørt hvar telvað verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir flogbóltsfinalan: Útselt upp á e…
6 av 7 flokkum nær við semju um veiðugja…
Aðalfundur í Føroya Fuglafrøði­felag
Gloymið nú ikki sílini
Húsarhalds­skúli Føroya: Lisitatión júst…
Nú er at koma í gongd!
Broytt ferðaætlan seinkar postin
Fuglberg og Skoraberg landa í dag
Næmingur í praktikk í matstovuni í bowli…
Kom og fá fotoprei frá fuglaser­frøðingin…
Norðoya Sambands­felag heldur aðalfund
Fiski­vinnu­kjak á Skúlatrøð í kvøld
Skúla­næm­ingar kappast í Íverksetan
Venni 45 ára starvsdag
Mjølnir vunnu 3-2 móti Fleyr
Føroyavitjanin hjá Wurmbrand - nú kanst…
Norðoya Sambands­felag hevur aðalfund
Nýggj ráðstevna á netinum
Stórsteypadystur sunnudagin
Heilflukta­rin - Nýggj fótbóltssending á…