Lýsing
Lýsing
Crocus plantan er ein várberari | Mynd: Oliver Joensen

Ver vælkomið, Harrans vár!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2021 - 15:33 Leiðarin Mentan Myndarøð

Í dag, mánadagin 22. februar, er fyrsti várdagur. Og vit hava longu frammanundan fingið fráboðanir um, at fólk hava sæð ársins fyrstu tjøldur lenda. Kavin er um at missa sínar fastatøkur á okkum, og neyvan verður leingi, áðrenn vit síggja fyrstu smálombini stetla. Nú gongur skjótt móti ljósari tíðum.

Júst um hetta mundið plaga Torradagarnir at vera í Klaksvík. Serliga góð útróðrarlíkindi eru í torra, og boðini um góðan fiskiskap á kaiini í Klaksvík eru at síggja enntá í útlendskum fjølmiðlum. Bæði nøgd, stødd og virði á fiskinum eru góð, og boðar hetta frá eini góðari byrjan uppá fiskiárið.

Í ítróttinum hava fyrstu finalurnar í innanduraítróttinum ella vetrarítróttinum longu verið, og undankappingarnar til fótbóltin eru í gongd. VFF Cup hevur verið, og seinasta vikuskiftið var Klaksvíkskappingin. Komandi vikuskifti verða flogbóltsfinalur og eisini stórsteypadysturin, og eftir tað fer landskappingin í gongd. Eisini eitt ósvikaligt tekin um, at várið er í hondum.

Í politikkinum hava serliga borgararnir Eystan Múla eisini fingið eina fyrijáttan um bjartari tíðir, nú teirra gamla og niðurslitna farleið loksins verður endurnýggjað og gjørd tíðarhóskandi. At hond verður tikin um samferðslukervið og tað at binda Føroyar betur saman gevur eina kenslu av, at øll telja við, og at samfelagið ikki setir nakran eftir. 

Eins og veturin missir takið á Føroyum, ger Corona-farsóttin tað eisini. Túsundatals fólk eru nú koppsett, og í grannalondunum koma fráboðanir um stigvísa upplating eisini. Í Føroyum eru vit vælsignað við so fáum tilburðum, at til hevur borið at latið stórar partar av samfelagnum verið opnar í longri tíð; her verður serliga hugsað um dagstovnar og skúlar.

Hóast fyrsti várdagur er í dag, plaga mong at tilskriva grækarismessu at vera startskotið til várið. Í fjør varslaði grækarismessa tvørturímóti – í fluttum týdningi – myrkari tíðir, tí tá læt samfelagið nærum fullkomiliga aftur. Um vit væl at merkja banka undir borðið, kunnu vit rokna við, at komandi grækarismessa ber ljósari tíðir við sær, bæði í beinleiðis og fluttum týdningi.

Á ein hátt kann sigast, at 2021 verður 2020 vent á høvdið. Har farsóttin byrjaði á grækarismessu í 2020, og eitt afturstig var á ólavsøku, verða vit á grækarismessu í ár komin væl áleiðis at basa henni, og vænta at vera komin á mál á ólavsøku.

Sostatt er øll orsøk til bjartskygni. Náttúran er longu farin í gongd, og henni á baki kemur ítrótturin, heilsan og samfelagsútbyggingarnar. Hart sperda vinnulívið hevur fingið ein ordans smeit, men sum heild eru vit komin ígjøgnum saman, og eisini í vinnuni er vón nú at hóma. 

Onki kundi verið meira hóskandi enn at endað hesa várheilsan við yrkingini “Várlongsul”, sum Símun P. Zachariassen, fyrsti blaðstjórin á Norðlýsinum, yrkti:

 

Mær leingist at fevna teg grønkandi vár,

mær leingist hold títt at kína.

Mær leingist at kenna títt fløvandi tár,

ið blómuna vekur og sálini spár:

Nú byrjar brátt sólin at skína.

 

Mær leingist at síggja teg, hitandi sól,

at skína um dalar og líðir,

har sprettandi blómur reiða sær ból,

og búgvast har úti við himni til skjól,

og prýðast til summarsins tíðir.

 

Mær leingist at síggja teg, fjallana tind,

sveiptan í dúnmjúka hami,

leggja á havið ta alføgru mynd,

tá sóldrottur stígur um kvøldanna grind,

hin ljósi, hin fríði, hin rami.

 

Mær leingist at lýða á fuglanna ljóð,

tað vekjandi, styrkjandi, blíða,

mær leingist at hoyra tann dandandi sjó,

at kvøða við vøgguna summarsins ljóð,

tað eyma, tað mjúka, tað fríða.

 

Mær leingist at liva tann eydnuríka dag,

tær droymandi summarnætur,

tá sólin hon fær so stokkut eitt bað,

og lotið við sínum syrgjandi lag,

løttu tárin’ á blómurnar grætur.

 

 

Gott vár, øll somul!

 

Mynd - Oliver Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góð fótbóltslíkindi
Hávur er í FM-finaluni
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Kringvarpið øst føroyingar upp í skúm –…
Team Klaksvík tapti eftir longda leiktíð
Bjarnhild og Lena Maria úr KBF eru Kontr…
Tummas Lervig: Vit vænta at spæla í Klak…
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja: Eitt…
Team Klaksvik spælir finalu í niðara ból…
Klaksvíkar Sjúkra­hús: Har er vón hóast s…
Jan Gintberg á Leiðara­deg­num 2021 | Tí t…
Broytingar í byggisamtykt­ini fyri Svínoy
500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihal…
Danny Baldursson fyrsta staklag sum eins…
Setið nú ferð á koppsetingarnar
Átøk skulu forða fyri at ung við sálarli…
Nema 100% á føroyskar hendur
Øll sum eru 70 ár og eldri kunnu bóka tí…
Evropeiskur ullardagur
Við myndatóli­num í høgættar kava í dag