Lýsing
Lýsing

Steypafinalur: Fuglfirðingar síggja sterkari út

SKRIVAÐ: Flogbóltssambandið  |  26.02.2021 - 08:30 Ítrottur Tíðindaskriv

Steypafinala, menn: Tað var eingin slingur í valsinum, tá ÍF smurdi SÍ av í hálvfinaluni. Mjølnir vann eisini tryggan sigur á Fleyr, men kortini eru tað fuglfirðingar sum tykjast hava sterkastu kortini á hondini í finaluni móti klaksvíkingum. Men stigatalvan sigur nakað annað

Eins og tað er hjá kvinnunum, so eru tað nummar eitt og nummar tvey í landskappingini hjá monnum, sum bresta saman, tá steypafinalan hjá monnum skal avgerast leygardagin.

Mjølnir liggur á fyrstaplássi í landskappingini við 37 stigum, men ÍF er bara tvey stig aftanfyri klaksvíkingar við líka nógvum dystum.

Hyggja vit so yvirlitinum yvir finaludystirnar, sum verða leiktir um vikuskiftið, so síggja vit, at einki av tí, sum er galdandi á kvinnusíðuni, er galdandi á manssíðuni. Menninir og dreingirnir hjá Mjølnir og ÍF eru bara í einari finalu um vikuskiftið, men tað er so í tí stóru steypafinaluni, henni hjá monnum.

 

Gjørdu skjótt av

Taka vit hálvfinalurnar, so var støðan tann, at fuglfirðingar gjørdu øgiliga skjótt av, tá teir spældu móti sørvingum.-

ÍF var so nógv betur enn SÍ var og tí endaði tann dysturin við trimum settum móti ongum, og settmunurin var enntá so stórur at tað ruddiliga ber til at staðfesta, at har er stórur munur á liðunum beint nú.

Tað var í grundini akkurát tað sama, sum hendi í dystinum millum arvafíggindarnar, Mjølnir og Fleyr. Mjølnir var so nógv sterkari tey bæði fyrstu settini, at tað slett ikki bar til at tosa um nakra veruliga kapping.

Í triðja setti raknaði Fleyr eitt sindur við, men tó ikki meira enn so, at teir máttu slíta seg til ein sigur í tí settinum.

Og í fjórða setti vendi alt aftur, og so hevði Mjølnir vunnið 3-1.

 

Nógv er broytt

Taka vit lið fyri lið, so tykjast bæði liðini at vera nøkulunda líka sterk.

Bæði liðini hava nýggjar ungar leikarar, men har eru fuglfirðingar í tí støðu, at teir kanska hava eitt óroyndari lið enn Mjølnir.

Um tað fer at hava nakra ávirkan, ber sjálvandi ikki til við vissu at siga, men tað er nokk greitt, at leikarar, sum Thorvald Danielsen, Trygvi Hansen og Steffan Rosenlund við sínum royndum kunnu lyfta sínar ungu leikarar.

Tað kunnu Boban Ilic, Bartal Eliasen og Suni Hansen, venjara, sjálvandi eisini, men tað mugu teir so gera uttanífrá, og akkurát har er ein ávísur munur.

 

Nógvar steyparoyndir

Tá tað kemur til at spæla steypafinalur, so eru tað tvey av teimum heilt royndu steypaliðunum, sum bresta saman í Høllini á Hálsi leygardagin.

ÍF er tað felagið í Føroyum, sum hevur vunnið flestar steypafinalur, teimum á baki er tað SÍ og so er tað Mjølnir.

Men ÍF hevur ikki vunnið steypafinaluna síðan 2016, men tað hevur Mjølnir gjørt, tí liðið vann steypakappingina í fjør.

Og so er spurningurin, hvat av liðunum klárar at standa ovast, tá dagurin  í morgin endar. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður ÍF, sum vit sínum ungu leikarum og góða leiktrýsti kann taka klaksvíkingar á bóli, men tað kann eisini vera, at Mjølnir ger tað, sum stigatalvan sigur, at liðið fer at gera.

 

 

Finalurnar leygardagin:
13,30 Dráttur - SÍ, kvinnur
16,00 ÍF - Mjølnir

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald