Lýsing
Lýsing
Lýsing

6. umfar í Betri vetrarkappingini verður á Viðareiði í morgin

SKRIVAÐ: Treysti  |  26.02.2021 - 15:00 Ítrottur Mentan Tíðindi

Leygardagin 27. bebruar 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini á Viðareiði. 

Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri, men fyrstu ferð runnið verður á Viðareiði. Kappingin skuldi vera á Viðareiði í fjør, men bleiv fyrst útsett vegna ódnarveður tann 29. februar og so vegna Korona 14. mars. Men nú royna vit aftur á Viðareiði.

Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
 
- Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) - umleið 8 km
- Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) - umleið 8 km
- Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) - umleið 8  km
- Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) - umleið 8 km
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) - umleið 8 km
- Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) - umleið 3 km
 
Teinurin verður umleið 8 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km. Runnið verður frá skúlanum og eystur í Eiðsvík, niðan á Grømma, oman í Ónagerði og niðanaftur til skúlan.

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). 

Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði

Freistin er fríggjakvøldið 26. feb. kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir kunnu avheintað startnummur í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.

Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.

Korona
Tilmælini viðvíkjandi Korona-støðuni verða fylgd

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…