Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hitaskipanin hjá Betesda umløgd

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  02.03.2021 - 16:45 Myndarøð Tíðindi

Betesda hevur gingið nýggjar leiðir við síni hitaskipan fyri nú skjótt nógvum árum síðan. Tær fyrstu myndirnar, sum undirritaði tók, eru frá 24.11.12. Tær eru tiknar av gravingini fyri brunninum uttast á útfyllingini á Sandinum og eisini undir bygging.

Tað var eina mest Esmar Müller, maskinkønur, sum saman við øðrum skipaðu fyri – Teirra millum Dánjal Poulsen, bilførara og Ragnar Olsen, ið gróv við maskinuni hjá Andreas Poulsen. Teir skipaðu fyri at seta brunnin niður til inntakið til sjóhitaskipanina hjá Betesda niðast á útfyllingini á Sandinum.

Sjóhitaskipanin hjá Betesda kom at virka út á heystið í 2013. Men annars varð húsið tikið í brúk í mars 2014. Alt arbeiðið varð gjørt av fleiri, sum bjóðaðu seg fram - við sjálvbodnari arbeiðsmegi, ið er rættiliga virðismikið.

Skipanin hevur virkað væl í hesi skjótt sjey árini, og hevur hitað teir 870 m2 uttan trupulleika, Betesda er í grundvídd.

Nú tá ið nýtt kappróðrarneyst verður bygt niðri á Sandinum, er neyðugt at taka brunnin til sjóhitaskipanina hjá Betesda burtur. Men hesum vistu menn av, og er fyri tíð síðan skipa so fyri, at til ber hjá Betesda at binda í kommunalu skipanina, sum er løgd við sama endamáli fram við Betesda.

Tí stendur Esmar Müller so aftur fyri at umleggja hitaskipanina til kommunalu rørini, sum m.a. eisini veita hita til Biskupstorg, Skúlatrøð, komandi Húsarhaldsskúlan og Mentanarhúsið.

Hetta er skjótt og lætt arbeiðið, tí ventilarnir, ið eru gjørdir til úttakið til Betesda, eru kendir og eyðmerktir til endamálið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…