Lýsing
Lýsing

Fakligur íblástur til námsfrøðiliga økið

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  05.03.2021 - 14:14 Tíðindaskriv

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu skipar regluliga fyri fakligum framløgum og íblástrarfundum, har námsfrøðingar og starvsfólk innan dagstovnaøki møtast at viðgera ymisk evni.

Endamálið við framløgunum er at geva starvsfólkunum fakligan íblástur, og at teimum møguleikan at møtast at tosa og kjakast um ymisk námsfrøðilig evni.

Mikudagin 24. februar skipaði Námsfrøðiliga Ráðgevingin fyri einum fakligum fyrraparti fyri starvsfólki, sum starvast í dagrøkt og í vøggustovu. Yvirskriftin fyri degnum var ”Tað góða lívið í dagrøktini og í vøggustovuni”.

Á skránni hendan dag vóru fleiri framløgur. Jórun Niclasen, leiðari fyri Námsfrøðiligu Ráðgevingina, tosaði um, hvørji evni hava týdning fyri tað góða lívið í vøggustovu og í dagrøkt. Síðan settu starvsfólk sjóneykuna á ymisk námsfrøðilig evni, sum hava týdning. Eitt nú varð tosað um...

·       Hvussu kunnu vit nýta samrøðulesing í dagrøkt og í vøggustovu?
·       Hvussu kunnu vit skipa dagligu samlingina á ymiskan hátt?
·       Hvussu kann dagurin skipast, soleiðis at børn fáa ymiskar og góðar upplivingar í dagrøkt og í vøggustovu? 

Áhugavert var at hoyra, hvussu starvsfólk arbeiða í dagrøkt og í vøggustovu. Luttakararnir vóru samdir um, at dagurin eydnaðist væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin