Lýsing
Lýsing

Kunningartiltøk á Miðnámi á Kambsdali

SKRIVAÐ: Miðnám á Kambsdali  |  06.03.2021 - 16:00 Mentan Tíðindaskriv

Týskvøldið kl.19.30 verður kunningartiltak um Serbreytina og mikukvøldið kl.19 verður kunningartiltak um hinar breytirnar, sum skúlin bjóðar: búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og FHS.

Á kunningartiltøkunum kunnu komandi næmingar og foreldur ella avvarðandi koma inn á skúlan til framløgur og einstaklingasamrøður um teir spurningar, sum kunnu stinga seg upp, tá næmingar skulu velja m.a. breyt og vallærugreinir.

Á skránni týskvøldið er framløga um serbreytina, og høvi verður at síggja umstøðurnar og tosa við lærararnar á breytini.

Á skránni mikukvøldið er framløga um útbúgvingarnar, stuttfilmar, sum næmingar hava gjørt, og næmingar, sum hava valt tónleik, spæla og syngja nøkur løg. Lestrarvegleiðarar skúlans eru tøkir til persónliga vegleiðing, høvi verður at síggja hølir og umstøður annars, og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum.

Almennu tilmælini verða hildin, og neyðugt er at innskriva seg til tiltakið mikukvøldið. Innskriving fer fram her: https://dyx.dk/QwJ4g

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald
Vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni