Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koppsetingin: Føroyar liggja væl fyri í koppsetingargongdini

SKRIVAÐ: Landssjúkrahúsið  |  08.03.2021 - 16:00 Tíðindi

Føroyar er í løtuni tað landið, sum hevur gjørt flest koppsetingar í Norðurlondum. Nú eru tilsamans 8086 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

Heimsins lond leggja nógv fyri at fáa koppsett sínar íbúgvar, og áhugavert er at fylgja við hvussu tað gongur kring knøttin. Á heimasíðuni hjá Our world in data verða almennu hagtølini fyri koppsetingini úr øllum heiminum savnað. Hagtølini verða dagførd hvønn dag á middegi.

Hagtølini vísa, at í løtuni liggja Føroyar væl fyri í koppsetingargongdini. Vit eru fremst í Norðurlondum, sum yvirhøvur er væl við í koppsetingini samanborið við onnur lond í Evropa. Danmark eru næst, síðani Ísland, Noreg, Finland, Svøríki og Grønland.

Myndin omanfyri er frá https://ourworldindata.org/covid-vaccinations. Tølini á myndini vísa samlaða talið av koppsetingum í landinum í mun til hvørjar 100 íbúgvar, sí eisini myndina HER

Í heimshøpi eru lond, sum eru komin enn longur í koppsetingargongdini. Nevnast kunnu Ísrael, Bretland, USA, Kili, Bahrain, Sameindu Emiratini og Gibraltar. 

Gongdin her heima hevur víst, at koppsetingartoymini í Sjúkrahúsverkinum væl kundu koppsett fleiri fólk, um meira koppingarevni var til taks. Tepru nøgdirnar av koppingarevni hava havt við sær, at steðgir hava verið í koppsetingini millum hvørja sending av koppingarevni.

Alt bendir tó á, at nøgdirnar fara at vaksa sera nógv eftir páskir og koppsetingarbólkurin væntar framvegis, at øll yvir 15 ár í Føroyum eru koppsett, tá ið vit koma í julimánað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað