Lýsing
Lýsing

Tjóðleikhús-rokan

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  10.03.2021 - 22:01 Lesarabrøv Mentan

Virgar T. Dalsgaard, hevur í dag á Vágaportalinum skilagóðar viðmerkingar til ætlaða nýggja tjóðleikhúsið, og har hann m.a. vísir til, at Sjónleikarhúsið fyri góðum 100 árum síðan varð bygt uttan fyri býin, men í dag er rættuliga miðskeiðis, tí býurin sjálvandi er blivin størri.

Og sum Virgar eisini sigur frá, at kroysta eitt tjóðleikhús niður á Bursatanga og við Kongabrúnna verður aldrin nøkur skilagóð loysn, og so beint upp til friðaða Tinganes og gamla býlingin Reyn.

Tórshavn er ikki Reykjavík, Keypmannahavn ella Oslo, ið hava kilometrar av havnaøki og ríkiligt pláss til stórar mentanarbygningar.

Eitt tjóðleikhús er kansa vanligt í nýtslu við framførslum nakrar fáar dagar kanska triðja hvønn mánaða, so har verður sum steindeytt mesta partin av árinum, og so avgjørt ikki nakað sum kemur at fjálga um trivnaðin.

Annað øki liggur sera væl fyri við ringveg og nógva ferðslu frá norðurøkinum, og sum eingin enn hevur nevnt til annað enn eldrabústaðir, og er tað sjálvandi Hoydalar.

Gamla Sanatoriið kann væl varðveitast og restin ruddast burtur til sera góðar umstøður at byggja nýtt tjóðleikhús, ið verunliga kann gerast til megnar byggilyst til frama fyri bý og land og nøkta tørvin til bæði innan- sum uttandura amfi-scenu.

Tað verður óamannaverk at byggja nýtt tjóðleikhús í verandi báta- og havnatrongum, um tað er við Bursatanga ella Skálatrøð.

Kanska Varðin Pelagic á Tvøroyri kann verða til "skræk-og advarsel", at stórar 11 metur høgar "arkitektakassar" eiga vit ikki at skipa í trongum býar- og havnarøkum.

Tørvur er á størri hugflogi og meira víðfevndum visiónum har tjóðleikhús og pallur væl kann samansjóðast við uttandura møguleikum á palli. Umstøður kunnu gevast til meira fjølbroytta palllist og har uttandura umstøður kunnu víðka um listaframførðslur og tess innihald.

Eisini kunnu slíkar umstøður geva størri breidd og hugflog til sjónleikir, fyriskiparar og leikarar at taka fram leikir, ið krevja stóra vídd og amboð og útgerð, ið illa rúmast og kann nýtast á vanligum minni innandura palli.

Tjóðleikhús sum meira multi-funktionellur bygningur, eisini til stórar uttandura konsertir, letur seg sera væl gera í Hoydølum, og staðsetingin vil eisini hóska betur sum lands- tjóðleikhús við megin ringveg og atkomu og nógva ferðslu frá øllum norðurpartinum av landinum.

Tað kann tykjast heldur trongskygt hálvanvegna at kopiera aðrar staðsetingar frá Oslo ella Keypmannahavn, tí tað er einki sum krevur, at eitt tjóðleikhús einans kann staðsetast við eina bryggju ella býarfasadu har skip koma og fara ella har sjógvur er.

Ætlaða øki er trongt og vil av somu orsøk avmarkað tað innihald eitt nú- og framtíðar leikhús kann geva av listarligum avbjóðingum og framførðslum.

Byggiskráin er illa umhugsað, og sjálv fyriskipanin somuleiðis alt ov illa løgd tilrættis.

Eingin trygd er heldur at stórar arkitektafyritøkur levera tað ultimativa uppskotið til tjóðleikhús, tvørturímóti.

Verður tikið dømi við listasavninum Arken, sunnan fyri Keypmannahavn, so var her talan um ein arkitektlesandi, ein næming á Kunstakademiets Arkitektskole, ið vann kappingina, og ikki nøkur kend ella stór fyritøka.

Tí átti allir arkitektar, eisini arkitektalesandi, at havt møguleika at komið við uppskotum til tjóðleikhúsið og tess staðseting.

Projektering og útinnan av verkætlan er onnur uppgáva, og har eru fleiri serfrøðingar, ið skulu við m.a. bygningsverkfrøðingar, ljóð- innrættingar- og ljósserfrøðingar v.m.

Samanumtikið er fyriskipanin frá landsstýrinum og Tórshavnar kommunu illa umhugsað og illa løgd tilrættis, og átti av røttum at verið kolldømd og útskrivað av nýggjum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin