Veiðugjøld: Andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum
Andstøðan finst m.a. at útrokningini av tilfeingisrentuni og at bæði verandi útlendskur kapitalur og nýggjur kapitalur vórðu boðin við í okkara fiskivinnu. Norðlýsið hevur fingið hendur á svarskrivið.
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri hevur ótolnaðst efitr svari frá andstøðuni í um til málið um veiðugjøld.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum upplýsir fyri Norðlýsinum at andstøðan - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsók, hava sent svarskriv ígjár. Tey heita á samgonguna um at taka upp veruligar samráðingar við andstøðuna:
Sum vit hava víst á higartil á teimum fundum, ið verið hava, so mæla vit til, at allir flokkar beinanvegin fara undir veruligar samráðingar, har semjast kann sum minstamark um hesi mál:
- At veruliga tilfeingisrentan, bygd á verulig tøl og útrokningar, í størsta mun verður tikin inn til landið.
- At útlendskur ognarskapur verður tikin úr føroyskari fiskiveiði og veiðirættindum.
- At privat keyp og søla av framíhjárættinum at fiska og harvið tilfeingisrentuni verður støðgað.
Vegna andstøðuna
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin Høgni Hoydal, Tjóðveldi Ruth Vang, Framsókn