Lýsing
Lýsing
Lýsing
Søgur ganga um, at sjálvur løgmaður liggur í buktini fyri, at línuskipini, sum skulu royna undir Grønlandi og á Flemish Cap, ikki hava fingið eginkvotur enn.

Ótolandi umstøður hjá línuskipunum at arbeiða undir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2021 - 13:50 Politikkur Tíðindi Vinna

Ein skipari hevur vent sær til Norðlýsið, eftir at kunngerðin um kvotur á Flemish Cap letur bíða eftir sær. 1. februar 2021 var kunngerðin um at skipa kvotunar á Flemish Cap og Grønlandi til eginkvotur send út til hoyringar, har hoyringarfreistin var úti 12. februar. Men nú vit skriva 18. mars, er einki víðari hent, og kunngerðin liggur enn í Fiskimálaráðinum.

Leysasøgur runt um í krókunum siga, at orsøkin til at einki hendir er, at sjálvur løgmaður hevur blandað seg uppí, hvussu Fiskimálaráðið skal býta kvotunar út, og sostatt víkir frá siðbundnum hátti at útluta kvotur. Orsøkin til, at løgmaður hevur blandað seg, sigst vera, at ein kenningur hjá løgmanni skal hava størri kvotu enn hvat hann hevði fingið við siðbundna útlutingarháttinum.

Í løtuni liggja summi línuskip undir Føroyum og fiskaríið er smáligt. Tey kundu havt verið undir Íslandi, har fiskiskapurin er góður, men í staðin liggja tey “standby”, um tað nú knappliga endar so, at tað knappliga endar við olypiskum fiskiskapi í Grønlandi og á Flemish Cap. Tey línuskipini, sum eru til fiskarí við Ísland, verða helst noydd at bróta túr av, um alt endar í óskipari kappfisking.

Tey einastu skipini, sum ikki hava fingið allar kvotur útlutaðar sum eginkvotur, eru línuskipini.

Hetta eru ótolandi umstøður at arbeiða undir, fyri ikki at siga ómenniskjaligar, sigur skiparin, ið hevur sett seg í samband við blaðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…