Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bilferju á Svínoyarleiðina

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  22.03.2021 - 21:57 Politikkur Vinna

Kommuna og land hava brúkt nakað av pengum uppá at gera eina rampu við Eiðið, soleiðis at bilar og størri akfør kunnu koyra í land. Eisini hevur landið játtað nakað av peningi afturat til at bøta um lendingarnar á Eiðinum og á Víkini. Talan er ikki um nakrar stórar upphæddir, men tað er so ein byrjan og á rættari leið. Tað er fram ímóti bilferjuflutningi, vit mugu ganga.

 

Tørvurin er nógv vaksin, nú størri virki er aftur í oynni, sum hevur stóran tørv á smidligum flutningi bæði til og frá. Umleið 60-70 privat og almenn oljuorkuverk eru í oynni, sum brúka 200-250.000 litrar av olju árliga, svarandi til umleið 1.000-1.200 tunnur ella 15-18 vanligar oljubilar. Eisini er annar privatur og almennur tørvur á flutningi av ymiskum slagi, so sum av ruski, rottangatøming v.m.

 

Neyðugt er við regluligum bilferjuflutningi.

Sjálvur havi eg spælt mær við tankan, at sum eina byrjan at brúkt Sam til uppgávuna. Soleiðis at umleið ein dag um mánaðin skiftu Sam og Ritan um farleið, so at størri bilar kundu komi út í oynna tann dagin. Tað trúgvi eg, at kallsoyingar og fugloyingar vóru við uppá, um tað lá í fastari legu.

Sam hevur fleiri ferðir verið í oynni við størri bilum og amboðum, og tað hevur riggað fínt hvørja ferð. Vit skipaðu fyri oljuflutningi seinasta heyst og tað var ein verulig succes. Fólk vóru sera glað fyri tænastuna og nógv hava teknað seg til næsta flutning.

Men nú bakkar SSL út. Grundgevingin er, at teir ikki tora at taka Sam úr sigling, so leingi teir eru so illa staddir við skipum, sum teir eru í løtuni. Tað er kanska til at skilja og góðtaka. Men eg havi ein mistanka um, at teir ikki vilja veita hesa tænastuna frammyvir. Teir hava hug at vísa á alternativa loysn. Eg eri bangin fyri at teir vilja bakka aftur um tunnutíðina. Og tað má ikki henda.

 

Ritan eigur at fáa bildekk og rampu

Fyri nøkrum árum herfyri hevði KSS eitt sera gott uppskot at gera bildekk og rampu umborð á Rituni. Hetta er sera skilagott. Fyrimunirnir í mun til í dag eru rættiliga nógvir. Trygdin nógv betri og fólk, sum bera brek, kundu ferðast trygt.

Undanførslurnar hava verið, at tað loysir seg ikki, tí at Ritan er eitt gamalt skip. Men tað keypi eg ikki. Tað eru júst brúktar 4-5 mió. uppá Rituna, og hví skal man brúka 4-5 mió. uppá eitt skip, sum man ætlar at skrotta í morgin? Og 8-10 mió. uppá eitt líka gamalt eyka til Sandoynna? Hví keypa eitt, sum longu er skrottað, og brúka nógvan pening uppá tað? Ternan nærum líka gomul og hvat man tann rokningin fara at verða?
Nei. Tað vóru piparnøtur, um man brúkti 5-6 mió. uppá Rituna og gjørdi hana um til bilferju. Tað hevði gagnað bæði svínoyingum og fugloyingum margfalt. Tað fór einki av Rituni av tí søk og so hevði man eina bilferju við hondina tá líkindi vóru. Rampa kundi eisini verið gjørd í Fugloy.

Nú er nógvur peningur brúktur uppá rampur og meir er stillað í útsikt, og so er at brúka gjørdu íløgurnar. Tað kann ongantíð vera meiningin at venda aftur til tað gamla. Tað er frameftir, vit skulu. At sigla oljuna út við tangabáti, fylla uppí íløt fyri síðani at rulla tey millum húsini – tað verður snøgt sagt ikki góðtikið!!

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund