Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjar bøkur í mars 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2021 - 11:07 Mentan Myndarøð

Bókadeild Føroya Lærarafelags letur enn eitt spennandi og fjølbroytt bókaumfar úr hondum! Hesar eru bøkurnar: Mín fyrsti dagur og nátt, Tá ið Mamma Mu møtti Krákusi, Heimsins vandamiklasta harkalið, Bløðra og Hetta er ikki vit. Les meiri um bøkurnar niðanfyri. 

 

Mín fyrsti dagur og nátt 

Lær barnið at tosa og menna orðfeingið við hesari stuttligu spæli- og myndabókini. Stimbrar førleikan hjá komandi lesarum. Mennir eygleiðingarevnini hjá barninum. Myndir geva barninum størri innlit í heimin. Violet Peto skrivaði, og Pauline Marie Korp myndprýddi. Bókin er ein pappbók við 32 síðum og er til tey umleið 0-2 ára gomlu. 

Tá ið Mamma Mu møtti Krákusi 

Mamma Mu fekk sær renningarlop og hoppaði yvir um hegnið.  

- Oy, her liggur ein lítil fuglur! segði hon. Hon snoddaði at honum. 

- Er hann deyður? Fuglurin reisti seg. 

- Hvat GERT tú?! kráaði hann. Eg eri ikki nakar lítil fuglur! Er eri sjálvur Krákus!  

- Eg eri eri sjálv Mamma Mu, segði Mamma Mu og smíltist vinaliga. Tí hetta var allar fyrstu ferðina, at Mamma Mu hitti Krákus.  

Jujja Wieslander skrivaði, Sven Nordqvist myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Innbundin myndabók við eitt sindur av teksti, 28 síður og til tey umleið 3-6 ára gomlu. 

Heimsins vandamiklasta harkalið á djúpum vatni 

Nú hava tey bygt ta størstu sleingibyrsuna nakrantíð við selunum hjá abba Killer. 

Tey mugu grøða Vampýrrósuna fyri ta allarringastu sjúkuna. Tey fýra gerast sumoglímarar og finna ein deyðan mann í Illaskógi. Harafturat prógvar harkaliðið, hvat veruligt vinalag er, og tað førir tey út, har eingin grynnir. Arne Svingen skrivaði, Ida Larmo myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 142 síður og til tey umleið 7-11 ára gomlu.  

Bløðra 

Aftan á ein av vánaligastu døgunum í skúlanum finnur Stina eina løgna glaskúlu í kirkjugarðinum við einari toydukku í. Kúlan veksur til eina risastóra bløðru, nóg stór til at hon kann sleppa inn og út úr henni. Í kúluni er lykilin til frælsi, henni hevur longst so eftir. Og hon flýgur! Endiliga kann hon melda seg út úr øllum! Onki leggja í hini og vera fullkomiliga í frið. Bara hon og tann ótespiliga toydukkan. Siri Pettersen skrivaði, og Jákup Sørensen týddi úr norskum. Bókin er heft, 280 síður og til tey umleið 12-13 ára gomlu. 

Hetta er ikki vit 

Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik. Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini. Neda Alaei skrivaði, og Ingung Háberg týddi úr norskum. Bókin er heft, 190 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag