Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjan barnagarð á Norðoyri

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.03.2021 - 23:07 Politikkur Tíðindaskriv

Býráðið hevur í kvøld samtykt at byggja ein nýggjan barnagarð á Norðoyri, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu longu í heyst. Talan er um ein bygning, sum líkist sera nógv tí nýggjasta bygninginum í Fjallafípuni, sum Norðhús bygdi fyri kommununa, og sum starvsfólkini hava verið sera væl nøgd við.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at eftirspurningurin eftir dagstovnaplássum her í kommununi er nú so nógv øktur, at tað verður mett, at ein bráðfeingis dagstovnaloysn krevur at verða funnin, um kommunan framhaldandi skal kunna bjóða sínum borgarum nøktandi tænastu og sleppa undan, at bíðilistin verður ein støðugt vaksandi trupulleiki.

Borgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung, Eyðstein Poulsen, hava í tøttum samstarvi við starvsfólk á dagstovnaøkinum, Norðoyrarnevndina og kommunalu umsitingina arbeitt við hesi bráðfeingisloysnini.

- Eyðstein Poulsen sigur, at tað er alneyðugt, at kommunan nú ger eitt eyka átak og útvegar eina bráðfeingis loysn við á leið 30 dagstovnaplássum, sum seinni kann økjast, soleiðis at rúm verður fyri fýra barnagarðsstovum. Við hesari loysnini varðveitir kommunan ansingartrygdina til sínar borgarar, samstundis sum hon keypir sær tíð til at arbeiða miðvíst víðari við størri varandi loysnum, sigur Eyðstein Poulsen, sum fegnast um góðu tilgongdini, sum hevur verið í samband við hesa fyrireikingina.

Borgarstjórin leggur afturat, at tað hevur stóran týdning fyri avgerðina at vita, at starvsfólk í Fjallafípuni eru væl nøgd við umstøðurnar í nýggjasta bygninginum í Fjallafípuni, nú farið verður undir at byggja eina líknandi loysn.

Sáttmálin við Norðhús, ið var undirskrivaður eftir býráðsfundin í kvøld, er ein heildararbeiðstøka, har samlaði kostnaðurin fyri barnagarðin við uttanumøki er 8.674.500 kr. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund