Lýsing
Lýsing
Lýsing

450 mió kr. til Bústaðir samtykt!

SKRIVAÐ: Uni Rasmussen, løgtingsmaður og formaður í trivnaðarnevndini  |  26.03.2021 - 19:04 Politikkur Tíðindaskriv

Ein sera góður dagur á Føroya Løgtingið. Í gjár bleiv samtykt, at bústaðir kann fara í holt við at byggja fyri 450 mió. kr. afturat.

Tann positiva gongdin við fólkavøkstri seinastu árini hevur ført við sær, at trýst hevur verið á bústaðarmarknaðinum í Føroyum. Tískil er neyðugt, at tann politiska skipanina ger sítt til, at øll hava møguleika at fáa sær ein bústað.

Sum formaður í trivnaðarnevndini, er tað gleðiligt, at 200 mió kr. eru markaðar til serstakar verkætlanir, herundir lestraríbúðir og bústaðir til borgarar við serligum tørvi. Sostatt verður tryggjað, at bústaðir eisini verða bygdir til teir veikastu bólkarnar í samfelagnum.

Tað er eisini gleðiligt, at lógin leggur upp til, at byggjast skal kring alt landið.

Vit eru fullgreið yvir, at 450 mió kr. ikki loysir allar trupulleikarnar, sum eru á bústaðarmarknaðinum í Føroyum, men við tað, at Bústaðir og privat kunnu samstarva, so kunnu hesar 450 mió kr. røkka langt. Hetta loysir ikki allar trupulleikarnar, men hetta var eitt stórt stig rætta vegin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar