Lýsing
Lýsing

Trúfastur altíð var maður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2021 - 14:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinnapartin fríggjadagin 26. mars 2021 var fráfaringarløta fyri Símun Peturi Hjelm, vanliga nevndur Piddi, sum takkar fyri seg í starvinum á Skúlatrøð

”Klaksvíkar býráð takkar tær fyri fyrimyndarliga gott samstarv í øll hesi ár, har álit og felags vilji at finna loysnir altíð eyðkendu arbeiðslagið”. Soleiðis segði Karl H. Johansen, borgarstjóri, í røðu sínari fyri Símun Petur Hjelm (Pidda), sum nú takkar fyri seg á Skúlatrøð, har hann fyrst starvaðist sum lærari í umleið 10 ár og síðani umleið 30 ár sum skúlastjóri.

Seinnapartin fríggjadagin 26. mars 2021 var fráfaringarløta fyri Símun Peturi Hjelm, vanliga nevndur Piddi, sum takkar fyri seg í starvinum á Skúlatrøð. Piddi byrjaði sum lærari í 1981, og tók við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum við Ósánna í 1990. Seinastu árini hevur Piddi virkað sum 1. varaskúlastjóri.

Borgarstjórin, Karl Johansen varð boðin til hátíðarløtuna, har hann handaði Pidda gávu og blómutyssi og takkaði fyri drúgva og trúgva tænastu. Røðuna, sum borgarstjórin helt fyri Pidda, endurgeva vit niðanfyri.

 

- - -

 

Góði Piddi 

 

“Trúfastur altíð var maður ...”

 

Soleiðis yrkir Rasmus Effersøe, og soleiðis vil eg byrja mína takkarrøðu til tín, tí nú tú takkar fyri teg sum skúlastjóri.

 

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg bera tær eina heilsan og takka fyri væl úr hondum greitt arbeiði, har vit ikki koma uttanum at brúka orðini “trúfesti” og “loyalitet”.

 

Eg havi sjálvur ikki so drúgva tíð enn í mínum starvi sum borgarstjóri, men persónliga havi eg bara gott at bera tær.

 

Eg havi eisini spurt meg fyri í býráðshúsinum um teg sum persón og sum skúlastjóra, og skoðsmálini, tú fært, innihalda øll hasar sterku eginleikar tínar.

 

Halgabók leggur eisini sera stóran dent á júst hasar eginleikarnar, tí sjálvur hin vísi Sálomo kongur sigur soleiðis í sínum orðtøkum: “Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?”

 

Trúfesti og loyalitetur mugu eisini sigast at vera millum mest týðandi eginleikar, sum ein embætismaður skal hava, tí tá er hann at líta á, og tú veitst altíð, hvar tú hevur hann – og soleiðis kenna vit teg. Takk fyri tað, Piddi.

 

- - -

 

Ein fólkaskúli er ein rættiliga samansett organisatión við sera nógvum ymsum áhugabólkum og markamótum. Tí eru serliga stór krøv til stjóran um, at hava gott og álitisfult samstarv í fleiri ymsar ættir – ikki minst á einum so stórum skúla sum her í Klaksvík.

 

Skúlastjórin er starvssettur hjá Undirvísingarstýrinum undir Mentamálaráðnum, hann hevur eitt skúlastýri at fyrihalda seg til, hann hevur lærarar og onnur starvsfólk undir sær, og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av hundraðtals næmingum. Skúlastjórin skal sjálvsagt eisini taka atlit til foreldur hjá næmingunum.

 

Og enn eri eri ikki komin til kommununa, sum skúlastjórin eisini skal fyrihalda seg til. Tí hóast skúlin er ein landsstovnur, so rindar kommunan stórar partar av kostnaðinum her.

 

Tað er tí ógvuliga umráðandi og sera grundleggjandi, at ein skúlastjóri er álitisfullur og loyalur, og her koma vit aftur til eginleikarnar hjá manninum, sum í dag takkar fyri seg eftir drúgva og trúgva tænastu sum skúlastjóri her í Klaksvík.

 

- - -

 

Í hesum tíðum er tað næstan meira reglan enn undantakið, at stovnar yvirtrekkja sína játtan. Men eg havi fingið upplýst frá umsitingini, at skúlin undir leiðsluni hjá Pidda ongantíð hevur brúkt meir, enn hann fekk játtað frá býráðnum.

 

Piddi helt simpulthen sínar játtanir hvørt eitt einasta ár hann var skúlastjóri.

 

Sum borgarstjóri má eg siga, at hetta imponerar meg, men hetta undirstrikar bara, at tað er nakað aftan fyri góðu ummælini, tú fært.

 

- - -

 

Loyalitetur er nú heldur ikki altíð so lættur at vísa – serliga ikki tá ið ein er grundleggjandi ósamdur við prinsippellar og stórar avgerðir, sum verða tiknar – t.d. av einum býráð.

 

Eg havi fingið fortalt, at tá Klaksvíkar býráð í 2014 tók ta stóru og tá ógvuliga umstríddu avgerðina at leggja báðar fólkaskúlarnar í Klaksvík saman í ein skúla á Skúlatrøð – tá vart tú persónliga ógvuliga sannførdur um, at tað var ein skeiv leið at ganga.

 

Tí vart tú hart ímóti at leggja skúlarnar saman, og tú gjørdi eisini tína støðu greiða yvir fyri øllum viðkomandi persónum og avgerðartakarum.

 

Tí kann eg ímynda mær, at tað stóð nógv á hjá tær ta tíðina, men samstundis havi eg eisini fingið at vita, at tá komu tínir sterku eginleikar aftur til sín rætt, tí tá ið avgerðin var tikin, so vart tú 100% loyalur ímóti avgerðini og virdi hana – hóast grundleggjandi ósamdur.

 

Slíkt má sigast at vera ein fyrimyndarligur embætismaður.

 

- - -

 

Her er hóskandi at nevna, at Símin Petur Hjelm eisini hevur sitið í Klaksvíkar býráð sum býráðslimur, umboðandi Javnaðarflokkin.

 

Á heimasíðuni hjá kommununi stendur, at Símin Petur hevur sitið í býráðnum fra 1985-1991 árini, so eisini har hevur tú lagt eitt arbeiði eftir teg.

 

- - -

 

Tað var í 1990, at tú byrjaði í starvi sum skúlastjóri í Skúlanum við Ósánna, so í 31 ár hevur tú røkt hetta krevjandi starvið bæði væl og virðiliga.

 

Hetta vil eg í dag – vegna Klaksvíkar býráð – veita tær eina hjartans tøkk fyri.

 

Klaksvíkar býráð takkar tær fyri fyrimyndarliga gott samstarv í øll hesi ár, har álit og felags vilji at finna loysnir altíð eyðkendu arbeiðslagið.

 

Nú tú takkar fyri teg, verða betri stundir til annað virksemi og lívsinnihald, og vil eg ynskja tær blíðan byr og nógv góð ár framyvir saman við konuni og tykkara kæru.

 

HARRIN signi teg og øll tíni.

 

Alt tað besta.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin