Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt kaiøki á Vestursíðuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  30.03.2021 - 17:35 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað eru menn og maskinur frá Kanjon, sum steinseta eitt økið á o.u. 1800 m2 millum verandi kai niðanfyri gamla Skipafelagsbygningin og heim til Heimarukai.

Ein beton-kista er set niðurvið endanum á havnalagnum niðanfyri gamla Skipafelagsbygningin, so atløguøkið her verður longt nakað. Eitt av endamálinum við hesi kistuni er eisini at hava byrjað tann hamara, sum seinni kemur. Men kistan er ikki minst fyri at verandi atløguøkið kann brúkast, og at dýpið er nøktandi framvið, so ífyllugrót ikki kemur ov langt at, har bátarnir annars skulu liggja.

Restin av ífylluøkinum verður steinsett við dekkgróti út móti sjónum heim til Heimarukai, so her verður ikki atløgusíða.

Kostnaðurin fyri hetta arbeiðið er mettur til 4,5 mió kr. og skal standa liðugt í summar.

Hetta lendið gerst so eisini byggilendi hjá Blikksmiðjuni, sum hevur ætlanir um at byggja ein størri bygning á hesum staði. Tá ið grótið hevur sett seg, sum kann taka nakað av tíð, verður farið í gongd við at byggja, verður sagt av Blikksmiðjuni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda