Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsini hjá Morensu aftur til heiður og æru

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  30.03.2021 - 22:50 Myndarøð Tíðindi

Hesi einaferð so snotiligu húsini, sum Sigmund, beiggi Markus í Kunoy lat byggja um 1946/47 á vakra staðnum úti í Víkunum við tí frálíka útsýninum – her tað eisini var serstakliga veðurgott, verður ný endurbygd.

Ella helst er rættari at siga, at ein nýggj hús verður bygd á hesum serstaka staði. Tað er Finnur Johannesen, sum fyri einum ári síðan keypti húsini við tí í hyggju at byggja tey upp aftur, sum tey vóru, til leiguíbúðir.

Hann tók alt niður inn á beton. Tað var talan um vælaverk av einum húsum. Alt var serliga væl frágingið, og sigst at hesi húsini eru eitt slag av ”sveinastykki” hjá Markus í Kunoy, sum bygdi hesin húsini.

Markus hevði verið í Danmark eftir kríggið og har eisini tikið tað, teir tá kallaðu ”Meistaraeksaman”. Húsini vóru sum sagt væl gjørd og tað, sum ikki var vanligt fyri hús tá, var, at tey vóru armeraði við jarnstengrum – og timbirarbeiðið eisini sera væl frágingið.

Sigmund sigldi úti uppá langfart m.a. við Copenhagen Riefer. Ein av bátunum, hann sigldi við var M/S Gerda Rarberg Byggiár, sum var nógv í Føroyum eisini. Hon var frá 1966 – Seld í 1973 og kom tá at eita Krosstindur.

Magnus Magnusson hevur búð í húsunum og Símun – eisini nevndur Kelli, mammubeiggi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur átti tey í nøkur ár og seinni hevur eisini Morensa Sjóstein átt hesi húsini.

Tá ið Finnur var komin inn á bert, helt hann, at við eini rættiligari umbygging, har hann hevði møguleika fyri at vaksa nakað um húsini og so eisini gera betondekk millum allar hæddirnar, var skilabetri heldur at taka tey gomlu húsini niður og byrja av nýggjum.

Nú er kjallarahæddin komin upp og betondekk lagt á. Síðani skal miðhæddin stoypast upp og so aftur betondekk á, áðrenn ovasta hæddin verður stoypt upp. Talan verður í tvær íbúðir í kjallarahæddini – eina í miðhæddini og so eina í ovastu hædd við sera góðum útsýni.

Betondekkini koma úr Íslandi og er kostnaðurin rættiliga lagaligur, heldur enn at keypa úr Danmark ella Føroyum. Finnur hevur einamest sjálvur staði fyri stoypingini av kjallarahæddini, men fyri at fáa eitt sindur meira av ferð á, ætlar hann sær at fáa hjálparfólki afturat sær. Tað er Norðhús, sum leverar og leggur upp hesi bíligu betonelementini.

Finnur er skipari á báti í Noregi, men vegna Koronu-støðuna hevur hann valt at vera heima eina tíð.

Ein spennandi verkætlan á fagrasta staði - mitt í býnum í Klaksvík. Gongst sum ætlað, verður klárt at flyta inn næsta summar, sigur ein arbeiðsamur, spentur og eitt sindur móður Finnur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB