Lýsing
Lýsing
Ein gomul og sera niðurslitin leðursofa stendur barnakonum úr Suðuroy í boði, um tær koma norður at gista. | Mynd: Mynd løgd út á Facebook.

Út av lagi vánaligar umstøður til barnakonur á LS

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2021 - 22:09 Myndarøð Politikkur

Síðani Føðideildin í Suðuroy varð niðurløgd í 2016, hava myndir frá íbúðini/íbúðunum, sum mammur úr Suðuroy fáa bjóðað at búgva í í Havn, fram til tær skulu eiga, verið at sæð á sosialu miðlunum. Og tað er ikki fyri tað góða, má sigast. Nú er bikarið flotið yvir, og tingmaðurin Bjarni Hammer hevur reist fyrispurning um umstøðurnar á tingi.

Ein skrødd og slitin gomul leðursofa, og beðini eru ein dupultsong og ein ferðasong, hóast kunnað verður um, at rúm er fyri 5 fólkum; foreldrunum og upp til 3 børnum. Hendan myndin fekk tingmannin at reisa fyrispurningin, men hendan mamman er bara ein í eini røð av ónøgdum barnakonum úr Suðuroy.

Áður hevur ein onnur komandi mamma lagt myndir út av einum el-ketli, ið lak, einum mikroovni, sum ikki virkaði, og hon gjørdi vart við sína ónøgd um, at ongin bakarovnur var, og bara 2 plátur til grýtur. Á myndunum var eisini ein WC-kumma uttan lok, slitnar skápshurðar, og køksamboð, sum at síggja til eru heilt gomul. Sigast skal tó, at hendan myndin er nakað eldri, so møguliga eru ábøtur gjørdar síðani.

Sum heild má sigast, at umstøðurnar til barnakonur í útjaðaranum í Føroyum eru heilt nógv versnaðar, síðani avgerðir vórðu tiknar um at niðurleggja føðideildirnar í Klaksvík og á Tvøroyri. Vit hava sæð mangar ræðusøgur um landavegsføðingar, og ein føðing hevur eisini verið umborð á Smyrli. Og hepnast tað mammum úr Suðuroy at koma til Havnar áðrenn føðingina, so eru tað ikki tespiligar umstøður, ið bíða teimum.

Trupulleikin er alt annað enn nýggjur. Talan er um ein gamlan, óviðgjørdan trupulleika, og í fjør reisti Henrik Old sama spurning á Løgtingi. Tá lovaði heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, bót og bata, men at síggja til er framvegis onki hent, og tí verður spurningurin aftur reistur á tingi, hesa ferð av Bjarna Hammer.

Ein kundi eisini spurt, at tá nú hotellini í Tórshavn standa gapandi tóm, kundu barnakonurnar so ikki fingið innivist á einum av teimum? 

 

Annars kunnu vit bara lata myndirnar tala fyri seg.

Myndin av Facebook, ið fekk Bjarna Hammer at reisa fyrispurningin.

 

Eldri mynd, eisini av Facebook, har onnur mamma kærir sína neyð um umstøðurnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald