Lýsing
Lýsing
Lýsing

Entur á fríggjaraferð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.04.2021 - 21:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á túri út á Oyrar í kvøld, varnaðist eg í egnakrókunum, ímeðan eg koyrdi av Skarðhamri og út á Oyrar, at ein flokkur av entum hugnaðu sær í kvøldsetuni. Sjálvandi tók eg myndatólið fram og rann omn á bakkan. Jú, tað vóru helst toppentur. Hetta er tíðin tá okkara fuglameingi fyrireikar seg til at margfaldast.  Hetta vóru tveir honfuglar og tveir hannfuglar. Haldi sum sagt at talan er um toppont. Áhugavert var at síggja dansin hannarnir framførdu fyri at gera seg galdandi.

Um toppont sigur Mikkjal á Ryggi millum annað, "at ungarnir, tá teir eru samdøgur gamlir, fara teir úr reiðrinum, og tað er ótrúligt, hvat eitt so lítið kann vera rakst og kringt. Alin høgar bakkar fara teir uppfyri við eitt hopp, og so skjótt teir eru komnir í ánna, duga teir at kava og taka sær maðkapirrur, Men í áum og vøtnum verða teir ikki gamlir, mamman fer til sjós við teimum og har sígjast tey um enn ótøtt, allan veturin."

Eitt grovt kavaæl kom tá eg gavst, komin heim á Skarðhamar aftur, stóðu tvinni tjøldur og kúrdu í kavanum. Men, men, nú fer kavin helst skjótt at syngja seinasta ørindi hesaferð. Njótið myndirnar:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund