Lýsing
Lýsing
Lýsing

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  12.04.2021 - 12:17 Tíðindaskriv Tíðindi

Henrik Old heldur tað vera illa umhugsað av Umhvørvisstovuni at áleggja SEV ovurhondssstórar útreiðslur, sum koma at kosta húsarhaldum hundratals milliónir í hægri elprísum komandi árini. Hann hevur tí spurt landsstýrismannin, hvørjar heilmildir og førleikar Umhvørvisstovan hevur at taka slíkar avgerðir, og um hann heldur tað verða rætt, at húsarhaldini skulu rinda hundraðtals milliónir í hægri elprísum fyri hesa ætlan.

Tað vóru helst mong, ið hvukku við, tá Kringvarpið í tíðindasendingini leygardagin greiddi frá, at Elveitingareftirlitið (Umhvørvisstovan) fer at áleggja SEV útreiðslur fyri hundraðtals milliónir krónur í sambandi við at nýggjar vindmyllur skuldu setast upp. Hetta er ein kostnaður, sum føroysku húsarhaldini skulu gjalda í hægri elprísum komandi tíðina.

Henrik Old hevur tí sett avvarðandi myndugleika, Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um málið.

Vindrøkt hevur fingið loyvi til at seta upp vindmyllur upp á Gellingarkletti. Hetta virkar á tann hátt, at eigarin av vindmyllunum, sum er Vindrøkt, er tryggað inntøkur fyri alt tað, ið verður framleitt, uttan mun til, um tað verður brúkt ella ikki. Formaðurin í SEV hevur greitt frá, at væntandi megnar SEV bara at taka ímóti 20% orkuni frá nýggju vindmyllulundini, men skal rinda fyri 100% - restin av orkuni, sum SEV og harvið húsarhaldini rinda fyri, fer til spillis.

- Nú skulu borgarir rinda fyri orku, sum ikki kemur út til húsarhaldini. Einasti møguleiki hjá SEV er at fíggja hetta er gjøgnum hægri elprísir. Spurningurin er, um ætlanin ikki er brot á grein 11 í Elveitingarlógini, sigur Henrik Old.

Harafturat vil Henrik Old hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur undirtøku í samgonguni at taka avgerðir yvir høvd á nevnd og leiðslu á SEV, sum føra til, at føroysku húsarhaldini skulu gjalda meira enn 100 milliónir krónur í hægri elprísum komandi tíðina.

- Sjálvsagt skulu vit hava grøna orku, men tá so stór rokning verður send húsarhaldunum, eiga vit at umhugsa ætlanina betur og tryggja, at elprísirnir ikki vaksa í so stóran mun, sum teir nú fara at gera, og at so nógv orka og so nógvir pengar ikki fara til spillis, sigur Henrik Old.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB