Lýsing
Lýsing

Fólk, sum hava haft COVID-19 fyri ári síðan, hava framvegis andevni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.04.2021 - 10:00 Tíðindaskriv

Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu korona í fyrstu bylgju, framvegis hava andevnir 12 mánaðir eftir sjúku. Úrslitini vísa, at andevnis mongdin (IgG) lækkar mest teir fyrstu 7 mánaðirnar fyri síðan at verða meira støðug fram til 12 mánaðir.

Nú eru meira enn eitt ár liðið, síðan Føroyar hevði sín fyrsta tilburð av COVID-19. Heilt frá byrjan hava vit fylt teimum, sum hava haft korona, m.a. við at kanna, um tey hava andevnir. Flest teirra hava latið tríggjar blóðroyndir, ávikavist 3, 7 og 12 mánaðir (fyrsta bylgja) og 1, 3 og 7 mánaðir eftir sjúku (seinni bylgjur).

Hesi úrslit eru heilt nýggj, eisini í altjóða høpi, tí vit hava enn ikki sæð aðrar kanningar um andevnir eitt heilt ár eftir sjúku. Tey føroysku úrslitini eru nú send til altjóða tíðarrit til almannakunngering.

Vit rokna við, at hesi fólk, sum hava haft koronasmittuna, framvegis eru vard móti endursmittu, men hvussu sterk verjan er, ber illa til at siga longu nú.

Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan og Fróðskaparsetur Føroya. Hon er fíggjað av Felagnum Nótaskip og Sp/f Krúnborg og Borgartún, meðan innsavnan av blóðroyndum er fíggjað av tí serliga COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum og Novo Nordisk Fonden. Andevniskanningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Ríkissjúkrahúsinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…