Lýsing
Lýsing

KÍ og HB hvíldu leikarar til toppbrakið mikukvøldið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.04.2021 - 22:09 Ítrottur Tíðindi

Tað sást aftur hjá KÍ og HB í dag, at tey høvdu toppdystin mikukvøldið í huganum.

Hjá KÍ vóru fleiri leikarar, sum ikki vóru við í dag, aðrir byrjaðu á bonkinum og aðrir blivu tíðliga útskiftir. Deni Pavlovic, Bob Sumareh og Daniel Bjørkman vóru ikki í hópinum í dag vegna skaðar/snuddir. Síðani byrjaðu Boris Dosljak og Kristian Joensen á bonkinum. Kristian hevur annars byrja inni allar dystirnar, meðan Boris hevur byrjað allar uttan ein. At skifta málverja er meira óvanligt og so vil tíðin vísa, um hetta bara var fyri at geva Mathias Rosenørn ein dyst ella um hann er komin inn fyri at vera í eina tíð. Í hálvleikinum fór Árni Frederiksberg av vøllinum, tá KÍ førdi 3-1. Hann sá ikki út til at vera skaddur.

Hjá HB sótu Hørður Askham og Michal Przybylski á bonkinum allan dystin, meðan Heðin Hansen bleiv skiftur út eftir ein tíma. Heri Mohr, Stefan Radosavljevic og Hilmar Leon Jacobsen komu á vøllin. Leikarar sum Jákup Thomsen og Mads Mikkelsen vóru ikki í hópinum.

 

Toppdysturin millum KÍ-HB verður mikukvøldið kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin